Ásannandi at lógin um karensdagar ikki hevur nakra positiva ávirkan á samfelagið ella búskapin í Føroyum, eins og í okkara grannalondum, vilja vit hervið heita á tykkum um at taka undir við uppskoti nr. 21 um avtøku av karensdagalógini.
Somuleiðis er tað tykkara ábyrgd, at allir løntakarar, bæði fastløntir og tímaløntir, verða settir eins fyri lógini. Tí vilja vit eisini heita á tykkum um at taka undir við uppskoti nr. 20 um broyting í lóg fyri Føroyar um dagpening vegna sjúku og barnsburð.
Her skal verða lagt afturat, at vit mæla til, at útgjaldsgrundarlagið skal verða ein arbeiðaraløn (40 t.v.).
Umboðandi fleiri enn 20 fakfeløg á føryoska arbeiðsmarknaðinum.
Vegna:
»Sjey manna bólkin«
Ingeborg Vinter
(Føroya Arbeiðarafelag)
Gunleivur Dalsgarð
(Starvsmannafelagið)
Joan Ziskason
(Sjúkrasystrafelag Føroya)
Karl Johansen
(Havnar
Arbeiðsmannafelag)
Vígdis Johannesen
(Havnar
Arbeiðskvinnufelag)
Eyðfinn Petersen
(Havnar
Handverkarafelag)
Andras L. Samuelsen
(Føroya Lærarafelag)










