nøkur loyna, at vit síggja sigurin á meistarunum á útivølli at vera ógvuliga týdningarmiklan, sigur Bárður Olsen. Tá ið EB/Streymur í steypadystinum á heimavølli vann 1-0 á NSÍ, varð málið skorað í sambandi [...] 25 metrum endaði á skallanum á toppskjúttanum og sera væl upplagda Arnbirni Hansen, sum snittaði upp um í hesum førinum eitt sindur tøvandi NSÍ málverjan og í málið. Høvdu tamarhald á Tá kendist brekkan [...] liðformaðurin og verjustýrimaðurin, Egil á Bø, sat skaddur uttanfyri. Marni Djurhuus hevði Sorin Anghel undir liðini á sær í miðverjuni, og tað riggaði stak væl. Á vinstra vongverja var Leif Niclasen so
trygt og væl á FM kósini. 2-1 á heimavølli ímóti meistarunum úr HB var stórt stig hjá teimum í Runavík ímóti fyrsta meistaraheitinum nakrantíð. Trý umfør undan kappingarenda bendir einki á, at tiltiknu [...] Nenad Stankovic ikki á NSÍ miðvøllinum. Jústinus R. Hansen hevur ikki spælt nógv í ár, men hann kom væl frá uppgávuni sum avloysari á verjukenda miðvallarplássinum undir liðini á Sjúrði Jacobsen. Frammanfyri [...] átti at havt sett hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Fyrst sendi hann við høvdinum - eftir innlegg frá Einari Hansen – upp um málið, og lítla løtu seinni var landsliðsspælarin aftur upp á spæl. Einar Hansen
minna á, at eins og árstíðirnar hava síni serligu hugtakandi eyðkenni, várið og summarið sítt serliga ljós og litir - á sama hátt kann vøkstur og ljós sanniliga vera hugtakandi litfagurt á heysti og á vetri [...] sálarfrøðingur Jógvan Róin, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslufrøðingur og kostráðgevi Jógvan Fríðrikson, prestur Leila á Lofti, fysioterapeutur Jóhannes Hansen, samfelagsfrøðingur Elsa Zachariassen [...] einfalt mátin, sum fólk á ellisárum velja at liva síni ellisár uppá - tó framvegis alt eftir givnum umstøðum, eitt nú heilsuligum førleika og tí, sum lagnan kann leggja okkum á. Til dømis kann tað svíða
snýr seg um kvinnufótbóltin. Ungdómsfótbólturin verður umrøddur á fundi 13. februar. Nær er haldgóð orsøk til ikki at møta upp? Fyrsta punkt á fundinum var ein eftirmeting af farna kappingarári. Dánjal Andreasen [...] bert ein upp- og niðurflytingardyst á uttanveltaðum vølli. Petur Simonsen nevndi møguleikan at leika báðar dystinar sama vikuskifti, leygardag og sunnudag. Magnus á Stongunum úr Eiðis Bóltfelag nevndi [...] vinna frama. Hann legði tó afturat, at skúlin á Ziskatrøð í Klaksvík hevði givið 10. flokki rúm fyri skeiðum, og at eitt ungdómsvenjaraskeið møguliga kom upp á tal. Tá verður ikki bert hugsað um fótbóltsvenjing
u støkkur Egil á Bø upp at bløða og fer av vøllinum fyri at fáa viðgerð. Fróði Benjaminsen verður settur aftur í miðverjuna, meðan Egil er uttanfyri. 57 min. 0-1 Egil á Bø kemur aftur á vøllin við stórari [...] at leypa á. Jónas Tór Næs tykist hava gott tak á tí í høgra verjuborði. Jákup Mikkelsen stórbjargar, tá ið André-Pierre Gignac roynir seg úr stuttari fjarstøðu í vinstru. 78 min. Sjálvsálitið á føroyska [...] verður kastað úr vinstru. Jákup á Borg stútar dygst við síðuna av. 90+2 0-1 Liðugt! Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen - 2. Jónas Þór Næs, 5. Egil á Bø, 4. Atli Gregersen, 3. Jóhan Troest Davidsen ? 11. Bogi Løkin
14 ára gomul at arbeiða á hotellinum hjá pápanum og sum 18 ára gomul fór hon í smyrjubreyðslæru á hotel Baltic í Nykøbing Falster í Danmark og helt seinni fram at útbúgva seg á “Håndværkerforeningens [...] hon hevur vitjað inn á gólvið ella hitt fólk á havnargøtum. Í trúboðaravirkinum saman við Svenningi, hava tey bæði virkað og staðið saman sum ein samanrunnin heild. Heimið á Sólteigi 4 hevur, í [...] er fødd í sjálvum hjartanum í gomlu Havnini – niðri á Áarvegnum. Barndómsheimið var har sum Hotel Hafnia er nú, við einum gerandisútsýni yvir á Amtmansborgina, har greinarnar av gullregn-trænum
Símun Louis Jacobsen var_ settur inn á mi_vøllin. Ta_ gekk upp á stás og seks minuttir eftir útskiftingina hev_i GÍ lagt seg framum. Hjá B68 er ta_ tungt. Tá i_ man á heimavølli ikki hevur fleiri enn ein [...] afturi á mi_vøllinum, har hann var vi_ sínum gó_a bóltførleika og vísa eyga fyri spælinum var vi_ til at seta fer_ á. Vitus Kofoed er stórur og sterkur, og hann tykist megna væl at halda upp á bóltin, [...] GÍ er á aldukambinum. Eftir fult stigatal í steypakappingini hava teir í landskappingini hildi_ fram vi_ somu fer_. Tveir dystir og tveir sigrar og teir eru einsamallir á odda. Hjá B68 liggur illa fyri
Toftanes, listamálara í Leirvík. Kaffi er klárt, tá ið eg komi inn og kaka er á borðinum. Stórur koppur og gott kaffi. Inni á køksgólvinum standa fleiri málningar; teir flestu við ongari rammu. - Eg geri [...] allir málningarnir lidnir út. Ár eru liðin, síðan vit báðir, Toftanes og eg, gingu á kvøldskúla hjá Jóannesi S. Hansen á Glyvrum! Longu tá sást, at Sámal var óførur at mála. Men tá vóru málningarnir ljósari [...] gongur aftur sum "tema" á teimum flestu málningunum hesaferð. - Sámal er nógv upptikin av árstíðini. Nú málar hann heystið meira enn nakað annað, sigur konan, Aimi, sum er komin inn á gólvið, meðan vit práta
Náttúruoyðingin á Sundi og í Sundsá 6 Í samrøðu við útvarpið mikudagin tann 31. mai legði formaðurin í vinnunevndini í Tórshavnar kommunu, Bogi Andreasen, herðslu á, at býráðið hevði gott samskifti við [...] Boga leggur býráðslimurin, Gunvør Balle, sera stóran dent á ein sáttmála, sum undanfarna býráð hevur gjørt við tunnilsfelagið. Ein sáttmála, sum á-hugabólkurin í Kaldbak ikki hevur fingið innlit í. Eftir [...] grótinum. Men í arrogantum skrivi til á-hugabólkin týskvøldið sigur Gunvør, at býráðið hevur ikki funnið eina aðra loysn fyri grótið enn at oyðileggja náttúruna á Sundi. Hóast kaldbaksfólk hava nevnt fleiri
sama mánaði fór hann sum messudrongur við Tjaldrinum og var við nevnda skipi til á Ólavsøku. Fyrst í august fór hann á royndarfiskiskap í Eysturgrønlandi við Karin K og teimum 10 bátunum, ið fylgdu við [...] skrúvaðir niður, og hartil vóru teir illa fyri á heimferðini við stórum leka í himmalsins ódnarveðri. Heimkomin í oktober 1959 fekk hann starv sum læraravikarur á Stóru Dímun frá 1. oktober - 1. apríl 1960 [...] fiskaði við loddi og teini við tveimum húkum og lippukassa við Johannu á Eysturlandinum, við Saksaberg til ísfisk og við Havgásini á sildaveiðu. Í mai 1961 fór hann "jómfrútúrin" við Porkerningi - fyrsta