Høvdini eru góð í Sundalagnum

Tvær deyðbóltsstøður vóru avgerandi, tá ið EB/Streymur við fleiri eykamonnum millum teir fyrstu ellivu megnaði fulla úrtøku á útivølli ímóti meistarunum, sum hóast tapið vístu eitt tað frægasta avrikið higartil í ár

Fótbóltur

 

EB/Streymur hevur altíð stóra og eldhugaða fjøld við sær, tá ið vitjað verður kring landið. Soleiðis var tað eisini í góðu líkindunum við Løkin mánakvøldið. Og tað var sera gott lag á ferðaliðnum úr Sundalagnum, tá ið tað setti nøsina norður eftir aftur.

Spælararnir hjá EB/Streymi vóru sjálvandi ovurfegnir. Eisini miðvallarin Bárður Olsen, sum ikki hevði vant í vikuskiftinum, tí hann var sjúkur, og sum ikki var serliga væl fyri. Á miðvøllinum gekk tað væl hjá honum og Høgna Zachariasen, sum tykist hava vunnið sær fast pláss, og hjá Levi Hanssen, sum fyrr í ár ofta hevur verið vongverji í høgru.

-Tað var ikki so nógv at taka av, so eg royndi, og tíbetur eydnaðist tað at spæla alla tíðina, staðfest ir miðvallarin, sum átti uppleggið til 2-0 málið, tá ið 2. hálvleikur var tíggju minuttir gamal. Frísparks framlegging úr 25 metrum endaði á skallanum á toppskjúttanum og sera væl upplagda Arnbirni Hansen, sum snittaði upp um í hesum førinum eitt sindur tøvandi NSÍ málverjan og í málið.

 

Høvdu tamarhald á

Tá kendist brekkan ógvuliga møtimikil hjá heimaliðnum, sum kortini á ongan hátt var niðurspælt. Talan var fyri tað mesta um javna og tætta uppgerð við lutfalsliga góðum bóltspæli og intensiteti í nærdystunum.

Hanus Eliasen, sum var væl upplagdur í 1. hálvleiki, men sum orsaka av skaða ikki kom á vøllin aftur eftir hvíldina, skoraði fyrra EB/Streyma málið, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Eisini í tí førinum var talan um deyðbóltsstøðu. Væl upplagdi Hans Pauli Samuelsen vann fríspark í vinstra borði. Hann legði sjálvur innleggið fram ímóti fremra stólpa, har Hanus Eliasen var fyrstur á og stýrdi bóltin inn við handara stólpan.

-Fyri okkum hevði tað ógvuliga nógv at siga, at tað vóru vit, sum fyrst fingu mál. Harvið gekk tað meiri fyri seg eftir okkara treytum, enn tað gjørdi eftir teirra. Vit vórðu pressaðir síðsta korterið av 1. hálvleiki, og René Tórgarð hevði tvær fínar bjargingar. Longu í 1. hálvleiki, tá ið vit vóru komnir framum, og teir royndu at trýsta, høvdu vit vandamiklar kontraatsóknir, sum vit áttu at havt skorað uppá. Tá ið vit vóru komnir framum við tveimum málum, satsaðu teir orduliga nógv, og tá kundu vit havt skorað fleiri mál, tí teir sleptu so nógv í verjupartinum, er metingin hjá EB/Streyma miðvallaranum.

Og tað er lætt at vera samdur við Bárði Olsen. Fimm minuttir eftir at EB/Streymur hevði økt um leiðsluna, skifti heimaliðið tríggjar spælarar. Samstundis varð Óli Hansen fluttur úr verjuni og fram í álopið. Uppstillingin líktist 3-2-5, og tað bar við sær, at tað mesta gekk fyri seg á EB/Streyma hálvuni, men tað gekk illa hjá heimaliðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

Anghel í verjuni

Merkisvert var tað, hvussu væl tað riggaði í verjupartinum hjá EB/Streymi, hóast liðformaðurin og verjustýrimaðurin, Egil á Bø, sat skaddur uttanfyri. Marni Djurhuus hevði Sorin Anghel undir liðini á sær í miðverjuni, og tað riggaði stak væl. Á vinstra vongverja var Leif Niclasen so stinnur, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar. Á høgra vongverja royndi 19 ára gamli Dánjal Davidsen seg fyri fyrstu ferð frá fyrsta bríksli, og hann slapp heilt væl frá tí.

-Vit eru sjálvandi altíð fegnir um at vinna. Men tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit síggja sigurin á meistarunum á útivølli at vera ógvuliga týdningarmiklan, sigur Bárður Olsen.

Tá ið EB/Streymur í steypadystinum á heimavølli vann 1-0 á NSÍ, varð málið skorað í sambandi við hornaspark. Hesa ferð vórðu bæði málini skorað í sambandi við frísparksinnlegg, og tað er ikki komið av ongum:

-Í fjør skoraðu vit nógv mál í sambandi við deyðbóltsstøður. Serliga upp undir dystir venja vit nógv deyðbóltsstøður,og í Runavík sóu vit, at tað er ein góð íløga, staðfestir Bárður Olsen.

 

---

 

Fakta um dystin

NSÍ-EB/Streymur 0-2 (0-1)

0-1: Hanus Eliasen, 32.

0-2: Arnbjørn Hansen, 55.

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Tórður Thomsen – Acu Pandurovic, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen – Nenad Stankovic, Bogi Løkin (Jann Martin Mortensen, 60.), Milan Pejcic (Sjúrður Jacobsen, 60.) – Andy Olsen (Øssur Dalbúð, 60.), Jónhard Frederiksberg, Hjalgrím Elttør

Gult kort: Milan Pejcic

EB/Streymur: René Tórgarð – Dánjal Davidsen, Marni Djurhuus, Sorin Anghel, Leif Niclasen – Bárður Olsen (Fróði Clementsen, 86.), Hanus Eliasen (Brian Olsen, 46.), Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen (Tonny Kruse, 86.)

Gult kort: eingin