Vit sita inni í køkinum hjá Sámali Toftanes, listamálara í Leirvík. Kaffi er klárt, tá ið eg komi inn og kaka er á borðinum. Stórur koppur og gott kaffi. Inni á køksgólvinum standa fleiri málningar; teir flestu við ongari rammu.
- Eg geri rammurnar sjálvur, bæði blendrammurnar ? tær, sum eru undir løriftinum og ytru rammurnar. Tilfarið geri eg klárt við maskinum, sum eg havi. Veit ikki rættiliga, hvussu nógvir málningar verða á listaframsýningini. Helst verða teir einir 25 í tali. Onkur skal snøggast eitt sindur, og onkur skal kanska hava okkurt lítið motiv aftrat.
Í eygunum hjá tíðindamanninum, sum situr við kaffikoppinum í aðrari hondini og køkubitanum í hinari, síggja allir málningarnir lidnir út. Ár eru liðin, síðan vit báðir, Toftanes og eg, gingu á kvøldskúla hjá Jóannesi S. Hansen á Glyvrum!
Longu tá sást, at Sámal var óførur at mála. Men tá vóru málningarnir ljósari enn í dag, og hann málaði bygdaløg.
Tað ger hann enn, men litirnir eru ikki teir somu. Nú eru fólk ? kroppar og andlit ? á fleiri málningum, og litirnir í "botninum" eru myrkari. Heildin er serstakliga vøkur, tí ljósspælið ? ella mótljósið, sum Sámal sjálvur kallar tað - er so ríkt og fjøllbroytt. Gulbrúnt og lilla gongur aftur sum "tema" á teimum flestu málningunum hesaferð.
- Sámal er nógv upptikin av árstíðini. Nú málar hann heystið meira enn nakað annað, sigur konan, Aimi, sum er komin inn á gólvið, meðan vit práta.
Síðan seint í summar hevur Sámal málað ein hóp av málningum, sum verða sýndir fram í Ribarhúsi í Fuglafirði frá í dag, 2. november, tá ið fernisering verður.
Framsýningin letur upp kl. 15. Brøðurnir, Høgni og Bárður á Lakjuni, fara at undirhalda við tónleiki og Jóannes S. Hansen, sum eisini er listamálari og hevur verið ein góður stuðul hjá Sámali, fer at hugleiða.
Byrjaði ungur
- Alt, eg kann minnast, havi eg teknað, og sum 14 ára gamal gekk eg ein vetur til tekning hjá leirvíksmálaranum, Jóhannesi Christiansen. Hann gekk í síni tíð á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Eg sá hann mála her í bygdini, og eg var ógvuliga hugtikin av honum. Jóhannes roykti, og datt øskan niður í málingina, meðan hann stóð og málaði, blandaði hann bara øskuna uppí málingina. Minnist, hvussu væl mær dámdi at føla málingaroyk og tubbaksroyk hvørt um annað í næsarnar.
Sum 15 ára gamal fór Sámal til Havnar at læra til snikkara, og meðan hann var í læru, var hann eisini við til at innrætta studentaskúlan í Hoydølum.
- Meðan vit smíðaðu, skuldi ein stór listaframsýning verða á skúlanum. Haldi, hon hevði okkurt norðurlendskt tilknýti. Har vóru menn, sum Ingálvur av Reyni og William Heinesen. Vit hjálptu teimum at bera málningarnar upp í stóru hølini, sum tá ikki vóru innrættað. Hetta var ein velduga stór framsýning, og eg minnist, at málningar hingu eftir vegginum allan vegin. Tað var hugtakandi at síggja hesi listaverkini, sigur hann.
Sámal minnist eisini fyrstu ferð, hann fór inn í handilin hjá Poul í Geil at keypa sær lørift at mála á.
- Tá ið eg kom inn, stóð mæti listamálarin, Steffan Danielsen, har og keypti. Eg undraðist yvir, at hann keypti so nógv av øllum; eina heila rullu av lørift, penslar, máling og annað. Sjálvur keypti eg mær lørift til ein málning!
Góður málari
Hjá einum, sum fæst við list í síni frítíð, er ofta upp og niður, hvussu aktivur tú ert, og soleiðis hevur eisini verið hjá Sámali.
Í 1989 var hann fyrstu ferð við á eini málningaframsýning. Hetta var árliga framsýningin hjá Lions Eysturoy, men síðan hevur Sámal eisini verið við hvørja ferð. Síðan 1997 hevur hann verið við á ólavsøkuframsýningini, og tvær ferðir hevur hann verið við á várframsýningum, umframt í Smiðjuni í Lítluvík. Í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og í Hjørring á Jútlandi hevur Sámal eisini verið við sínum málningum, og hann hevur verið væl móttikin.
Sum nevnt, er Sámal útbúgvin snikkari, og hann hevur eisini arbeitt sjálvstøðugt við at byggja hús og gera snikkaraarbeiði.
Men í apríl 1994 fekk hann ein blóðtøpp í hjartað, og tað tók honum eini tvey ár at koma fyri seg aftur.
- Síðan eg gjørdist sjúkur og bundin at heilivági, havi eg ikki verið arbeiðsførur til vanligt arbeiði. Fyrstu tíðina eftir sjúkraleguna, kom ikki nógv burtur úr, men so við og við mentist eg aftur, og síðan havi eg bara fingist við at mála, sigur Sámal Toftanes.
Sámal er vorðin ein góður, nærlagdur og vælumtóktur málari og málningarnir hjá honum, sum allir kunnu sigast at vera nattúralistiskir, eru nógv eftirspurdir.