Lívið verður ikki endursent

Øll kenna vit hann sum tann fryntiliga læknan í sjónvarpssendingini hjá DR, Læknin hevur orðið. Í samrøðu við Sosialin greiðir Peter Qvortrup Geisling frá, hvussu sendingin byrjaði, hvat endamálið er við henni og um hvat hann væntar, nú hann kemur til Føroyar á fyrsta sinni

Læknin fer at hava orðið í Føroyum seinast í hesum mánaðinum. Helst ein tann best umtókti læknin í Danmark í fleiri ár. Peter Qvortrup Geisling kemur til Føroyar at halda fyrilestrar síðst í komandi viku. Tað er felagsskapurin IRIS í Klaksvík, sum skipar fyri vitjanini hjá læknanum.
Hann og ein vinmaður hjá honum, sum eitur Ole koma hendanvegin.
Peter greiðir frá, at teimum báðum dámar avbera væl náttúruna, fiska og fuglalív. Og tá hesin Ole frætti, at Peter skuldi til Føroyar, gjørdi hann av at koma við.
­ Tá tú fert til Føroyar, so skal eg eisini, segði hann við meg, sigur Peter Geisling.
Hann gleðir seg til at koma hendanvegin og sigur, at hann fær regluliga heilsan úr Føroyum frá Postverkinum. Læknin samlar nevniliga upp á frímerki, og hevur hann øll frímerkini úr Føroyum seinastu mongu árini.
­ Eg vænti eisini, at tá eg fyrst havi vitjað oyggjar tykkara og fingið ein lítlan smakk av náttúruni, so er tað víst, at eg komi aftur í feriu, sigur læknin, sum hevur fangað ein stóran hyggjaraskara til sína sending.
Stressaður
Læknin sigur, at hetta er eitt starv sum øll onnur. Hóast hann er vorðin kendur um alt Danmark og aðrastaðni við, so letur hann seg ikki órógva av tí. Hann tekur sær slettis ikki av tí.
­ Eg trúgvi ikki, at nakar, sum kennir meg, heldur, at hetta hevur broytt meg nakað nevnivert, sigur hann avgjørdur á málinum.
Hann sigur, at líkamikið hvat fyri starv ein hevur, so má enda-málið vera, at ein vil gerast betur og betur til tað.
­ Hetta starvið hevur sína góðu síður og sínar ringu. Men eg haldi sjálvur, at eg arbeiði alt ov nógv, sigur læknin, sum harvið viðgongur, at hann, sum heldur fyrilestrar um stress, eisini er stressaður til tíðir.
Lækni og journalistur
Peter Qvortrup Geisling varð útlærdur sum journalistur á Danmarks Journalisthøjskole í Århus í 1990. Tvey ár seinni tók hann læknaprógv við universitetið í Århus. Sostatt las hann til tvær sera krevjandi útbúgvingar samstundis. Men tað heldur hann ikki var so strævið.
­ Eg hevði ongi børn ella nakað, sum bant meg, so eg hevði tíðina til at lesa, sigur hann.
Tað, at læknin eisini er journalistur, fær allarhelst prikkarnar hjá nógvum at fara upp á pláss. Tí tað er ongin ivi um, at hann klárar seg avbera væl framman fyri upptøkutólinum, og evnini til at siga frá eini søgu, eru ikki at taka feil av.
Sjálvur sigur hann, at tað hevði snøgt sagt verið ógjørligt hjá honum at havt hesa sending, um hann ikki eisini hevði journalistiska útbúgving.
­ Tá tú gert sjónvarp, ræður tað um at duga at siga eina søgu. Tað skal vera undirhald, annars flyta tey rás, leggur hann dent á.
Hann fekk eina áheitan frá Danmarks Radio í 1996 um, at rásin hevði ætlanir um at gera eitt, sum danir kalla "lægemagasin". Hann sá hetta sum ein frálíkan møguleika til at nýta báðar sínar útbúgvingar í einum og játtaði at vera vertur. Og 30.01.1997 sá Læknin hevur orðið dagsins ljós fyri fyrstu ferð. Sendingin hevur itið soleiðis allatíðina. Men systur Peter hevði eitt uppskot um, at sendingin átti at itið Termometer Peter, greiðir fryntiligi læknin skemtandi frá.
Endamálið
Peter sigur, at líka sum at vit dag og dagliga kunnu fylgja við í tíðindum og fáa tað feskasta at vita innan tíðindaheimin, og hvat hendir í okkara heimi, so eiga vit eisini at kunna fylgja við í, hvat hendir innan heilsuverkið.
Og tað millum annað er endamálið við sendingini.
­ Hetta er ein sending um lívið og spurningar, sum so avgjørt hava alt við lívið at gera, so tað má og skal vera ein møguleiki hjá øllum at velja, um tey vilja hyggja at eini tílíkari sending. Lívið verður jú ikki endursent, sært tú. Ella tað trúgvi eg ikki uppá, at tað verður, sigur prátingarsami læknin og hugleiðir eitt sindur um reinkarnatión.
Hann vísir á, hvussu týdningarmikil partur heilsuverkið er. Í Danmark var heilsusektorurin nummar trý á raðfestingarlistanum við seinasta val, so hann er ikki í iva um, at danir eru sera áhugaðir í heilsuverkinum.
Sjúklingurin er serfrøðingurin
Læknin hevur orðið er ein sending, sum hevur umleið 650.-700.000 hyggjarar í Danmark, og umleið 300 sendingar eru gjørdar hesar sjey sesongirnar. Peter sigur, at hyggjaratalið hevur allatíðina verið hampuligt, og nú er tað so vorðið heilt gott. Tey hava roynt at ment sendingina allatíðina, soleiðis at tølini ikki lækka, og hevur tað eydnast teimum til fulnar. Eitt nú vísir hann á, at í fyrstuni, um hann skuldi tosa um eina hjartaskurviðgerð, so vísti hann í sendingini eitt modell av einum hjarta, har hann greiddi frá, hvussu ein tílík hjartaviðgerð gongur fyri seg. Tað ger hann ikki longur. Í dag leggur hann seg meira eftir at hava menniskjasøgurnar við. Tað vil siga, at hann fær fatur á sjúklinginum, sum so sjálvur greiðir frá síni søgu.
­ Kenslurnar hjá einum menniskja eru minst líka týdningarmiklar sum at vita, hvussu viðgerðin fer fram. Og vit skulu minnast til, at sjúklingurin er serfrøðingurin, og tað eiga vit sum læknar og onnur at hava virðing fyri. Ongin annar veit júst, hvussu hesin hevur tað, og tí kann hann best siga frá síni søgu.
Peter heldur ikki, at fyri tað um hann stendur á einum sjónvarpsskýggja, at hansara orð viga meira enn orð hjá øðrum læknum. Men um hann sigur eitt hvørt skeivt, so fær hann at vita tað beinanvegin, greiðir hann flennandi frá.
Serligar løtur
Peter hevur havt óteljandi serligar løtur hesi árini. Serliga við blómutyssinum, sum hann letur einaferð um mánaðin. Hann greiðir frá einari søgu í hesum sambandinum.
Tað var ein dagrøktari, sum skuldi fáa blómutyssið hesuferð. Ein dagrøktarmamma, sum setti sítt arbeiði uppá spæl fyri eitt av sínum dagrøktarbørnum.
Tað var ein lítil drongur, sum hevði eina krabbameinssjúku í eyganum. Hann skuldi undir skurð, og hetta fór helst at hava við sær, at drongurin misti sjónina.
Mynduleikarnir gjørdu tí av, at eitt annað barn skuldi koma í dagrøkt hjá henni í hansara pláss. Men tað vildi dagrøktarin ikki, og hon hótti tí við at siga starvið frá sær, um ikki drongurin kundi koma aftur til hennara í dagrøkt, tá hann var vorðin frískur aftur.
Og fyri hetta var tað onkur, sum sendi eitt uppskot til Læknin hevur orðið um, at hon átti at fáa blómutyssið.
­ Vit hildu, at tað var so mikið flott av hesi dagrøktarmammuni, at vit vóru ikki í iva um, at hon skuldi fáa blómutyssið, sigur Peter.
Hann heldur fram, at hann kundi skjótt skrivað eina heila bók um allar tær serligu løturnar, sum hann hevur verið úti fyri í sambandi við sendingina.
Brøv úr Føroyum
Síðani Læknin hevur orðið kom í sjónvarpið í Føroyum, hevur danski læknin fingið nógv brøv úr Føroyum.
­ Eg fái í meðal eitt bræv um vikuna úr Føroyum, sigur hann.
Hann greiðir frá, at einaferð fekk hann nøkur frímerki sendandi frá Postverkinum, og tá var ein heilsa frá starvsfólkinum, sum hevði pakkað frímerkini til hansara. Tað heldur hann vera óføra stuttligt, og at hesu bæði dømini eru eitt tekin um, at fólk síggja hansara sending.
Peter Qvortrup Geisling kemur til Føroyar hósdagin og fer av aftur landinum mánadagin í næstu viku.
Hann sigur, at endamálið við hansara túri fyrst og fremst er, at tað skal verða stuttligt. Hann fer at siga frá, hvussu sendingin verður gjørd, frá stuttligum søgum, sum hann hevur verið úti fyri í sínum arbeiði. Og so sigur hann, at fólk kunnu bara spyrja so nógv, sum tey hava hug til.
­ Og sjálvandi vilja føroyingarnir hava álvara, so fáa teir tað. Tað ræður bara um at spyrja, um nakar hevur nakað uppá hjartað. Eg fari ikki avstað aftur, fyrr enn eg havi svarað seinasta spurninginum, sigur Peter Qvortrup Geisling at enda.