50 ár innan skúlans gátt

Dagfinnur Danbjørg, lærari, 50 ár innan skúlans gátt tann 1. okt 2009.

Dagfinnur Danbjørg er føddur í Porkeri tann 9. juli 1943, sonur hin

navnframa læraran og løgtingsmannin Johan Hendrik Danbjørg.


Dagfinnur fór í realskúla í Vági sum bert 11 ára gamal í 1955, og

har tók hann realprógv 15 ára gamal í apríl 1959. Í sama mánaði

fór hann sum messudrongur við Tjaldrinum og var við nevnda skipi til á

Ólavsøku. Fyrst í august fór hann á royndarfiskiskap í

Eysturgrønlandi við Karin K og teimum 10 bátunum, ið fylgdu við.

Sjálvur var Dagfinnur við 29 tonsaranum Mathildu úr Leirvík: Teir

sigldu vandasjógv og vóru m.a. sperraðir inni í ísinum og vóru

nærum skrúvaðir niður, og hartil vóru teir illa fyri á heimferðini

við stórum leka í himmalsins ódnarveðri.


Heimkomin í oktober 1959 fekk hann starv sum læraravikarur á Stóru

Dímun frá 1. oktober - 1. apríl 1960. Síðani hevði hann sama starv

í 3 ár aftrat til apríl 1963. Summarhálvárini var hann til sjós, har

hann m.a. fiskaði við loddi og teini við tveimum húkum og lippukassa

við Johannu á Eysturlandinum, við Saksaberg til ísfisk og við

Havgásini á sildaveiðu.


Í mai 1961 fór hann "jómfrútúrin" við Porkerningi - fyrsta

stálbygda skipi í Føroyum - ein snellutúr í Vesturgrønlandi. Í 1962

var hann bæði vártúrin og summartúrin í Vesturgrønlandi við sama

skipi– tann fyrra við línu, og tann seinna við snellu.


Í 1963 fór Dagfinnur "jomfrútúrin" við Porkerisnesi, ið varð

liðugtbygdur sum triðja stállínuskip á Tórshavnar Skipasmiðju.

Dagfinnur var ein av mongum, sum átti í hesum stásiliga skipi. Teir

royndu fyrsta túrin við snellu í Vesturgrønlandi. Heimkomin fyrst í

september fekk Dagfinnur starv sum læraravikarur í Tjørnuvík.


Í september árið eftir fór hann til Jútlands á háskúla í

Støvring, og í 1965 varð hann upptikin á Holbæk Seminarium, har hann

fekk læraraprógv í juni 1969. Í juli sama árið giftist hann við

einum floksfelaga, og við henni eigur hann tveir synir: Carl Johan, sum

er føddur í 1970, og Johan Henrik, sum er føddur í 1973. Av somu

orsøk var hann verandi í Danmark til 1982.


Í 1969 gjørdist Dagfinnur lærari í Nyborg - fyrst 1 ár við kommunalu

skúlarnar og síðani við "Nyborg private realskole" frá 1970 - 1982.

Dagfinnur fekk skjótt fleiri álitisstørv á realskúlanum í Nyborg.

Dagfinnur var næstformaður og skrivari í lærararáðsnevndini, hann

gjørdist skemaleggjari, praktikkleiðari og skúlavegleiðari, men

brádliga verður hann hart raktur av sjúku, og tá hann samstundis

verður fráskildur, setur hann kósina heimaftur, sum hann av fyrstan

tíð hevði ætlað sær.


Dagfinnur fær starv í Fuglafirði á sumri i 1982, har hann starvast

við sama lag, men skeiðið er við at vera at enda komið, tí hann

fellur fyri aldursmarkinum í juli komandi ár.


Í Fuglafirði hevur Dagfinnur kent seg sera væl, ella sum hann ofta

tekur til: "sum ein fisk í vatninum". Allar tær funktiónir, sum hann

áður hevði, hevur hann tikið upp aftur í Fuglafirði. Hann hevur m.

a. verið lærararáðsformaður í 7 ár, hann hevur verið álitismaður

í Føroya Lærarafelag, hann hevur verið skemaleggjari øll árini

síðani 1985 og til í fjør. Eisini hevur hann verið

starvspraktikkleiðari í mong Harrans ár – eins og hann hevur verið

skúlavegleiðari síðani tað starvið var sett á stovn.


Í 1996 giftist Dagfinnur á øðrum sinni við Magdu – einum

starvsfelaga - og saman eiga tey sonin Johan Magnus, sum er teirra eitt og alt.


Dagfinnur er væl kendur fyri sína luttøku í samfelagskjakinum, men av

tí, at hann ofta verður sensureraður fyri lítið og lætt, tá tað

ikki hóvar teimum ráðandi at hoyra beinriknan kritik frá einum

ektaðum sosialisti, so hevur hann í ein vissan mun valt at stinga

pípuna inn í seinastuni.


Eg veit, at tað eru mong børn, ið hava verið og eru glað fyri, at tey

hava lært Dagfinn at kenna, og at tey seta stóran prís uppá tað, hann

lærdi tey. - Hetta er ikki minst komið til sjóndar, tá ið næmingar

í 10. flokki so mangan hava heiðrað Dagfinn við minnisgávum.


Sum starvsfelagi havi eg alt gott at bera Dagfinni. Hann er sera gløggur

og vitandi. Hann dugir so avbera væl at nýta hesi evni, so tað í so

mong ár hevur verið øllum á skúlanum til gagns og framburð.

Rættvísi og solaridetur er hornasteinurin í øllum hansara virki, og

hann torir at tala at, tá ið órættur verður framdur, og ikki minst,

tá ið hin veiki verður fyri mismuni. Hann er avbera góður í ráðum

og ger altíð stóran mun, har hann er staddur.


Góði Dagfinnur! Eg vil á henda hátt ynskja tær, Magdu og Jóhan

Magnusi mong góða ár saman. Stóra takk fyri gott vinalag!


Vinur