Størsta forðingin ruddað av FM vegnum

Við væl skipaðari verju og atsóknum uttan stórvegis himpr, tók NSÍ stórt stig á FM vegnum ímóti HB, sum var alt ov pjakut

NSÍ liggur trygt og væl á FM kósini. 2-1 á heimavølli ímóti meistarunum úr HB var stórt stig hjá teimum í Runavík ímóti fyrsta meistaraheitinum nakrantíð. Trý umfør undan kappingarenda bendir einki á, at tiltiknu gummibeinini, sum ofta hava spælt favorittum við lítlum ella ongum meistararoyndum eitt puss, hesa ferð skulu gera av við favorittarnar.

Fyrstu tíggju minuttirnir og yvirtíðin vóru ikki so sannførandi, men tá ið talt varð saman og drigið frá, so var heimasigurin sjálvsøgd avleiðing eftir dygdargott og samvitskufult handverk hjá heimaliðnum. Kortini gjørdist tað í yvirtíðini meiri spennandi, enn tey á og aftanfyri heimaliðið bríggjaðu seg um.

Í yvirtíðini minkaði Rógvi Jacobsen um munin, og teir seks minuttirnir, sum Eiler Rasmussen hevði lagt afturat, vóru ógvuliga langir fyri NSÍ. HB tveitti alt arsenalið fram í roynd at fáa í hvussu so er eitt stig við sær suður aftur, men tað eydnaðist ikki.

HB legði sannførandi fyri, og fyrstu løtuna sóust møguleikarnir væl og virðiliga, sum tað alt kappingarárið hevur verið roknað við eru í liðnum.

NSÍ var um ein háls, tá ið mótstøðumenninir undan lotinum spældu skjótt og funnu væl hvønn annan. HB hevði bóltin á stólpanum aftanfyri Jens Martin Knudsen, og Milan Kuljic hevði fína skotroynd útifrá. Men bólturin fór ikki í málið, og tá ið tíggju minuttir vóru farnir, fusaði góða HB spælið burtur, og so við og við kom munurin til sjóndar, ið ber við sær, at NSÍ er oddalið, og at HB við øllum sínum kanónum ikki hevur møguleika at vinna meiri enn bronsukrónurnar.


Maður í mans stað

Orsaka av skaða var Nenad Stankovic ikki á NSÍ miðvøllinum. Jústinus R. Hansen hevur ikki spælt nógv í ár, men hann kom væl frá uppgávuni sum avloysari á verjukenda miðvallarplássinum undir liðini á Sjúrði Jacobsen. Frammanfyri teir báðar vóru Jónhard Frederiksberg, Bogi Løkin og Hjalgrím Elttør, sum stuðlaðu væl undir Christian Høgna Jacobsen, ið røkti fremstu ódnina.

Christian Høgni átti at havt sett hol á miðskeiðis í 1. hálvleiki. Fyrst sendi hann við høvdinum - eftir innlegg frá Einari Hansen – upp um málið, og lítla løtu seinni var landsliðsspælarin aftur upp á spæl. Einar Hansen royndi seg ímóti málinum, bólturin støkk til Christian Høgna, men tá ið hann royndi seg í málteiginum, varð bólturin blokeraður.

Leiðslumál til heimaliðið lá í luftini, og eftir fleiri framleggingar afturum HB miðverjuna, eydnaðist tað fimm minuttir undan hvíldini. Jónhard Frederiksberg var fyrstur á, eftir at Pól Thorsteinsson hevði lagt innfyri, og verjan ikki hevði ruddað burtur.

Málið lyfti NSÍ, og eftir steðgin løgdu heimamenninir fyri sum eitt ódnarveður. Góðar skotroyndir og vandamikil hornasparksinnlegg í HB brotsteigin bendu á, at tvífalding av heimaleiðsluni lá í luftini, og eftir stórt korter varð 2-0. Málinum syrgdi HB fyri. Enn eina ferð var tað Einar Hansen, sum átti frísparksinnleggið, og hesa ferð var tað HB miðvallarin Milan Kuljic, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið aftanfyri sín egna málverja.


Grundstuðulin

NSÍ er á meistarakós. Talan er um góða javnvág á liði, har fá mistøk verða gjørd, og har tað sjáldan kemur fyri, at tað verður lopið framav. Hjalgrím Elttør iðrar seg sjálvandi um, at hann hesa ferð í yvirtíðini sá reytt, eftir at hann tvær ferðir hevði sæð gult – aðru ferð fyri at standa ov nær í frísparksstøðu og seinnu ferð fyri at seinka innkasti!

Fremsta orsøkin til, at tað hevur hilnast so væl hjá NSÍ og aftur hesa ferð gjørdi tað, er verjuparturin. Miðvallararnir eru óførir at hjálpa til, og teir fýra í aftastu røðina eru meistarliga tryggir. Óli Hansen er góður liðformaður í miðverjuni, har Jóhan Troest Davidsen hevur ment seg at vera sannan álitismann, veteranurin Pól Thorsteinsson hevur rættuliga funnið stevið aftur á høgra vongverjanum, og í hinum borðinum hevur Einar Hansen ment seg so mikið nógv, at størri avbjóðingar enn vongverjupláss á U-21 landsliðnum bíða honum.

Undan kappingarbyrjan varð HB roknað sum størsti favoritturin at vinna FM. Tann møguleikin er burtur, og í Runavík vóru góðar ábendingar um, hví tað ikki hevur gingið eftir vild. Álopið hevur altíð verið besta HB vápnið. At tað ikki er so hvast, sum tað ofta hevur verið, kemst av, at tað eru ov nógvir, sum í álopsmyndingini skulu hava bóltin, og at tað ov ofta eru tvær og tríggjar nertingar, áðrenn spælt verður víðari.

Sovorðið gongur ikki, tá ið tað er verja av NSÍ kalibrinum, sum tað verður spælt ímóti. At tað ber til at vera meiri miðvísur og beinleiðis í álopsmyndingini vísti NSÍ. Tað bar breidd og tyngd við sær, og tað kann væl fara at vísa seg at verða gull vert um ein lítlan mánað. Hesa ferð varð ivaleyst størsti snávingarsteinurin á veg ímóti fyrsta FM heitinum ruddaður av vegnum!