Landsstýriskvinnan vitjað Sev

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum Eyðdis H. Niclasen hevur í dag verið á kunningar- og arbeiðsvitjan  hjá Sev saman við embætisfólkum sínum.

 

Hetta skrivar sev.fo.

 

Nevnd og stjórn tóku ímóti, og viðurskifti á elorkuøkinum vórðu umrødd.

 

Eisini vitjaði landsstýriskvinnan í kontrollrúminum, har Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetið, greiddi frá.