Mánadagin 14. februar verður Birgit av Lofti í Havn, sjeyti ár. Sigast kann um Birgit, at hon er ein ekta havnarkvinna. Røtur hennara røkka fleiri ættarlið aftur í havnar søgu.. Hon er fødd í sjálvum hjartanum í gomlu Havnini – niðri á Áarvegnum. Barndómsheimið var har sum Hotel Hafnia er nú, við einum gerandisútsýni yvir á Amtmansborgina, har greinarnar av gullregn-trænum í hesum garðinum hingu so vakrar omanyvir Áarvegin.
Fødd við Áarvegin
Fyrstu barndómsárini hevði pápin, Christian Dahl-Restorff, tubbakshandil í kjallaranum í heiminum á Áarvegnum. Men tá ið Birgit var 9 ára gomul, bygdi hann hotel Hafnia har. Í 1948 flutti húskið í nýbygd hús uppi á Hoyvíkskvegi 17.. Birgit er næstelst av børnunum hjá Mariu og Christian. Hini eru: Jóhan, Kirstin og Martin Christian (MC).
Ættarfedrar
Langabbi hennara var hin navnframi handilsmaðurin M.C. Restorff, sum var millum teir fyrstu, ið fingu loyvi at hava handil, eftir at kongligi einahandilin var avtikin í 1956. Sonur hansara, Johan Restorff, abbi Birgit, var ein kendur skipari. Omman Johanna var eisini av kendari ætt í Havn, Dalaættini dóttir Christian Christiansen, vanliga nevndur Christian í Dali ella “Loðsurin”. Langomman, kona Christian í Dali, æt Helena
Í móðurætt skal nevnast abbi hennara, handilsmaðurin, Hans Joensen, sum stovnaði handilsfyritøkuna, Fa. Hans Joensen, sum helt til har handilskjarnin nú er í Niels Finsensgøtu. Hann var giftur við Anette Joensen, sum var fødd í Haugesund, men flutti við foreldrum og syskjum til Skotlands, seinni kom Anette til Føroya at búgva. Maður hennara, Hans Joensen, var ein av teim allarfyrstu, sum fóru at savnast til møti saman við skotska trúboðaranum Williami Gibson Sloan. Hans Joensen í mong ár forsangari í samkomuni í Ebenezer. Hans og Anette fingu børnini: Hans, Rudolf, Annu og Mariu, sum varð mamma Birgit.
Hotel-útbúgving
Birgit fór sum 14 ára gomul at arbeiða á hotellinum hjá pápanum og sum 18 ára gomul fór hon í smyrjubreyðslæru á hotel Baltic í Nykøbing Falster í Danmark og helt seinni fram at útbúgva seg á “Håndværkerforeningens Selskabslokaler” í Dronningens Tværgade í Keypmannahavn.
Í 1961 kom hon heimaftur at arbeiða á hotellinum hjá pápanum og arbeiddi har so leingi sum tað var í hondunum á Restorffsættini, tó arbeiddi mestsum ikki úti tá ið synirnir vóru í skúlaaldri.
Andalig tænasta
Birgit vaks upp í einum andaligum heimi saman við góðum foreldrum, gekk í sunnudagsskúla og hevur alt lív sítt verið knýtt at samkomuni í Ebenezer. Hon hevur mangan greitt frá, at tað var norska omma hennara, sum hevði eina avgerandi andaliga ávirkan á hana, so at ommudóttirn longu sum 8 ára gomul kom til trúgv á Jesus og tók eina andaliga avgerð og hevur síðani fylgt trúføst í fótasporum frelsarans.
Umsorgan fyri menniskjum hevur verið eitt av eyðkennum hennara. Mong eru tey, ið hava notið gott av eini hjálpandi hond, einum góðum orði, bøn ella sangi frá henni, tá ið hon hevur vitjað inn á gólvið ella hitt fólk á havnargøtum. Í trúboðaravirkinum saman við Svenningi, hava tey bæði virkað og staðið saman sum ein samanrunnin heild. Heimið á Sólteigi 4 hevur, í góðum grannalagi, verið eitt opið heim.
Sangurin eitt hjartamál
14 ára gomul fór mamma at syngja í Ebenezerkórinum – og har er hon enn. Hon hevur sostatt verið knýtt at kórinum í 56 ár – við undantak av teimum tveimum árunum hon var undir útbúgving í Danmark. Hvønn dag syngur hon í Lindini í samband við andaktina hjá pápa okkara.
Í hjúnalagnum eiga babba og hon okkum tríggjar synir: Petur, sum býr í Sandavági, Marner, sum býr í Ålborg og Dan, sum býr í Streymnesi. Tey kunnu gleða seg um tær báðar fittu abba- og ommudøturnar, Rebekku og Barbaru í Ålborg og verdøturnar, Mathildu í Streymnesi og Unn í Ålborg. Á hesum stóra degi ynskja vit, synir hennara, at veita kæru móður okkara eina hjartaliga tøkk fyri alt, sum hon hevur verið fyri okkum.
Føðingardagin 14. februar er mamma burturstødd, men føðingardagshaldið verður á skúlaheiminum við Marknágilsvegin leygardagin 19. februar kl. 10 við morgunmati. Sum lýst hevur verið, er neyðugt at tekna seg eina viku áðrenn.
----------
Synirnir










