árliga heystarfund í Havn mánadagin 23. og týsdagin 24. september. Fundurin verður hildin í Norðurlandahúsinum og í Løgtinginum og luttaka 170 fólk. Á fundinum hava teir 6 politisku bólkarnir í ráðnum fund um [...] viðgjørt og hevur trivnaðarnevndin í ráðnum í tí sambandi biðið Jákup Olsen formann í Krabbameinsfelagnum at koma á fund. Norðurlandaráðið hevur einaferð fyrr havt fund í Føroyum, tað var á sumri 1997. [...] eru til viðgerðar og síðan umrøða formansskapurin og tær 7 nevndirnar í ráðnum tey . Nevnast kann, at uppskot frá føroysku limunum í ráðnum Helga Abrahamsen og Høgna Hoydal um samstarv millum Norðurlandaráðið
Sølutorgið í Vágsbotni er ikki bert ætlað til fisk og fugl, og tað sást eisini seinnapartin í dag. Tað hevur nevniliga verið møguleiki hjá fólki í Havn at keypt nýupptikin eplir á Sølutorginum í Vágsbotni [...] Vágsbotni. Eplini eru tikin upp í morgun vesturi í Vágum, og síðani flutt til Sølutorgið í Vágsbotni, har eini fimm ung stóðu fyri søluni. Eplini sóu gott út, og eru ein gloypibiti saman við eitt nú kókaðum nátungum [...] nátungum - ella sum í førinum hjá undiritað, turrum fiski. Prísurin var eisini sámiligur, 17,50 krónur fyri kilo. Ikki er greitt, hvussu leingi tey selja út á seinnapartin, men veðrið er í hvussu er til vildar
hval grindin er, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Beint nú eru fýra bátar hjá grindini. Enn er ikki greitt, hvar grindin verður hildin til, tí tað verður streymurin, ið avger tað. - Eystfall er júst [...] Í løtuni er ein grind uttan fyri Vágar. - Beint nú er hon einar fýra fjóðringar suður úr Vágum, og vit hava fingið at vita, at talan er ikki um nakað stóra grind. Enn vita vit ikki, hvussu nógvar hval
ini í Havn. Um 60 bátar hava annars verið við í leitingini í dag, sum hevur verið rættiliga umfatandi í nógvum firðum og fram við fleiri oyggjum. Tað er í dag ein vika síðani, at vanlukkan hendi í Oyndarfirði [...] Politiið váttar, at tey hava funnið líkið av Rana í Billustovu í Rættargjógv í Oyndarfirði. Leitingin er tí samstundis avblást. – Tað fyrsta vit gera er sjálvandi at boða teimum avvarðandi frá, og tað [...] Oyndarfirði, har teir báðir, 22 ára gamli Jens Pauli Juul og 20 ára gamli Rani í Billustovu lótu lív. Sí myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER
Smiðjugerði í Havn. - Talan var um bil, sum stóð inni á verkstaðnum. Ein maður var í ferð við at arbeiða upp á bilin, men var farin úr verkstaðnum okkurt smáørindi. Tá hann kom aftur, var eldur í bilinum, [...] umhugsin, at hann læt allar hurðar aftur, og hetta hevur bjargað verkstaðnum. Bilurin, sum eldur kom í, er illa brendur, men annars er talan bert um roykskaða, so tað kundi lættliga verið nógv verri, sigur
at byggja ein handils- og íbúðarbygning uppaftur á grundina. Menn arbeiddu allan leygardagin við at fáa húsini niður. At hjálpa sær hava teir eina stóra maskinu hjá Tórshavnar Kommunu, sum vanliga [...] vanliga arbeiðir við gomlum jarni á Sandvíkahjalla. Hetta er einasta maskina av slíkum slag í landinum, og hon lættir sera nógv um hjá teimum, sum eitt nú skulu ríva eini hús niður sum hesi.
3. mai verður eitt fjøltáttað, klassiskt rock tiltak í Dansifrøi í Havn. Høvuðsnavnið verður Åge Sten Nilsen og Ensemble, sum er sera vælumtóktir í Skandinavia fyri sínar cover-framførslur av hittum hjá [...] pílin undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við fyrireikaran, John Dam um "Classic Rock Show" í Dansifrøi. Á hesari YouTube leinkjuni ber til at síggja og hoyra Åge Sten Nilssen: http://www.youtube
VAKTHAVANDI: Innbrot var í einum sethúsum í Jónas Broncksgøtu í Havn í nátt. Tjóðarnir brutu ein rút í kjallaranum, fóru inn og stungu av við tveimum kassum av øli og eini 4-5 fløskum av spiritus. Náttin [...] fólk vóru í býnum í gjár enn eitt vanligt leygarkvøld, so hevði politiið ikki meira at gera enn júst eitt vanligt leygarkvøld, sigur vakthavandi. Tey ungu fáa rósandi orð við sær frá vakthavandi - í hvussu
Í morgin skipar Unga Tjóðveldi fyri einum loysingartiltaki í Vágsbotni í Havn. Politiska ungmannafelagið sigur, at tey í summar ahva havt fleiri spennandi go stuttlig tiltøk, og at summarskráin enn ikki [...] er liðug. – Tiltakið »Tí loysing!« er eitt framhald av »Hví loysing?«. Tað verður ein hugnalig løta í Vágsbotni, og á skránni eru fleiri kveikjandi røður og góður tónleikur, sigur Unga Tjóðveldi. Røðarar
Árliga 80-ára og 90-ára tiltakið verður í Luux leygarkvøldið 20. juli. Tað er eftirhondini vorðið siðvenja at skipa fyri einum afturhvarvstiltaki í Havn tað leygarkvøldið, tá G! Festivalurin er. Fyrir [...] Teir fara so upp á skift at spæla tónleik, sum plagdi at verða spældur í Diskotek Dallas, Club 20 og Casablanca. Platuvendarar í ár verða Regin Johansen, Eyðfinn Drevsen, Kári Annan, Ottar i Funningsstovu