Tað var um sjey-tíðina, at alarmsentralurin fekk fráboðan um, at eldur var úti hjá Nordcar við Smiðjugerði í Havn.
- Talan var um bil, sum stóð inni á verkstaðnum. Ein maður var í ferð við at arbeiða upp á bilin, men var farin úr verkstaðnum okkurt smáørindi. Tá hann kom aftur, var eldur í bilinum, sigur innsatsleiðarin á Brandstøðini, Heiðrikur Christiansen.
Myndir frá eldsbrunanum síggjast HER
- Tíbetur var hann somikið umhugsin, at hann læt allar hurðar aftur, og hetta hevur bjargað verkstaðnum. Bilurin, sum eldur kom í, er illa brendur, men annars er talan bert um roykskaða, so tað kundi lættliga verið nógv verri, sigur innsatsleiðarin.