Í morgin skipar Unga Tjóðveldi fyri einum loysingartiltaki í Vágsbotni í Havn.
Politiska ungmannafelagið sigur, at tey í summar ahva havt fleiri spennandi go stuttlig tiltøk, og at summarskráin enn ikki er liðug.
– Tiltakið »Tí loysing!« er eitt framhald av »Hví loysing?«. Tað verður ein hugnalig løta í Vágsbotni, og á skránni eru fleiri kveikjandi røður og góður tónleikur, sigur Unga Tjóðveldi.
Røðarar eru Hanus Pál Jógvansson og Niels Uni Dam. At spæla tónleik koma Punjab, The Happening, Lív Næs og Jürghinn.
– Alt er púra ókeypis, og tiltakið byrjar á Vágsbotni klokkan 19 fríggjakvøldið. Øll eru vælkomin, heilsar Unga Tjóðveldi við frælsiskvøðu.