Sølutorgið í Vágsbotni er ikki bert ætlað til fisk og fugl, og tað sást eisini seinnapartin í dag.
Tað hevur nevniliga verið møguleiki hjá fólki í Havn at keypt nýupptikin eplir á Sølutorginum í Vágsbotni.
Eplini eru tikin upp í morgun vesturi í Vágum, og síðani flutt til Sølutorgið í Vágsbotni, har eini fimm ung stóðu fyri søluni.
Eplini sóu gott út, og eru ein gloypibiti saman við eitt nú kókaðum nátungum - ella sum í førinum hjá undiritað, turrum fiski.
Prísurin var eisini sámiligur, 17,50 krónur fyri kilo.
Ikki er greitt, hvussu leingi tey selja út á seinnapartin, men veðrið er í hvussu er til vildar.