Politiið váttar, at tey hava funnið líkið av Rana í Billustovu í Rættargjógv í Oyndarfirði. Leitingin er tí samstundis avblást.
– Tað fyrsta vit gera er sjálvandi at boða teimum avvarðandi frá, og tað hava vit gjørt, sigur Kristina Christiansen, vakthavandi á Politistøðini í Havn.
Um 60 bátar hava annars verið við í leitingini í dag, sum hevur verið rættiliga umfatandi í nógvum firðum og fram við fleiri oyggjum.
Tað er í dag ein vika síðani, at vanlukkan hendi í Oyndarfirði, har teir báðir, 22 ára gamli Jens Pauli Juul og 20 ára gamli Rani í Billustovu lótu lív.
Sí myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER