Vinnuforum verður 10. oktober

Vinnuforum 2025 verður fríggjadagin 10. oktober frá kl. 13:00 til kl. 15:30 í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum

Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar Kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamál at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði.

Fyriskipararnir bjóða inn til ein forvitnisligan seinnapart í Kongshøll, við netverkan, íblástri og har fokus verður sett á, hvat rørir seg í vinnulívinum í dag. Á tiltakinum verða fleiri áhugaverdar og kveikjandi framløgur frá spennandi vinnulívsfólkum.

 

Á skránni eru m.a umboð fyri Oyggjaleikir 2027, altjóða viðurkendu filmsverkætlanina Rammatik, Streetfood í Havn, Centrego Atlantic - sum er ein slóðbrótandi føroysk fyritøka innan grøna tøkni - FabLab í Vági og fyri bryggjaríið OY, sum eisini er eitt konsert- og matstað. Eisini verður kunnað um arbeiði at stovna vinnufremjandi íløgugrunn við fokus á føroyskar fyritøkur - FinEst Faroe.

 

Tað verða Solby A. Christiansdóttir, Marianna Mørkøre, Rannvá Káradóttir, Súni Christiansen, Rúni Nielsen, Tina Grønbech, Óli Restorff Hansen og Tórheðin J. Jensen sum koma at greiða frá. Beinta Løwe er orðstýrari og Slay diskar.

Vinnuforum er tiltak hjá Tórshavnar kommunu, og høvi verður tí eisini at hitta og fáa eitt prát við viðkomandi starvsfólk í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.

 

 

 

Tiltakið er ókeypis, og tað er avmarkað atgongd. 

 

Melda til tiltakið her: https://forms.office.com/e/xvVj80HSjx