Stilla upp til eldraráðsval

15. desember 2025 verður nýtt eldraráð valt í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna skrivar, at veljast skulu tríggir nevndarlimir og eitt eykafólk. Ert tú 60 ár ella eldri valdagin 15. desember, og býrt tú í Tórshavnar kommunu, ert tú vælkomin at stilla upp. Fráboðanarfreistin er 14. november 2025.

 

Høvuðsuppgávan hjá Eldraráðnum er at geva politikarunum góð ráð og syrgja fyri, at atlit altíð verða tikin fyri eldru borgarum, tá ið avgerðir verða tiknar. 

 

Les meira her, hvussu tú stillar upp:

 

Stilla upp til eldraráðsvalið 2025