Í løtuni er ein grind uttan fyri Vágar.
- Beint nú er hon einar fýra fjóðringar suður úr Vágum, og vit hava fingið at vita, at talan er ikki um nakað stóra grind. Enn vita vit ikki, hvussu nógvar hval grindin er, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Beint nú eru fýra bátar hjá grindini.
Enn er ikki greitt, hvar grindin verður hildin til, tí tað verður streymurin, ið avger tað.
- Eystfall er júst nú, og tað vil siga, at tað rekur ímóti Koltri. Tað kann verða trupult at fáa grindina inn á Sandavág, og so er møguligt, at grindin verður rikin til Leynar, sigur vakthavandi.