Árliga 80-ára og 90-ára tiltakið verður í Luux leygarkvøldið 20. juli. Tað er eftirhondini vorðið siðvenja at skipa fyri einum afturhvarvstiltaki í Havn tað leygarkvøldið, tá G! Festivalurin er.
Fyrireikararnir siga, at hetta ikki er fyri at kappast við G!, men heldur ein møguleiki hjá teimum, sum verða fangað av festivalstemningi, men ikki ætla sær til Gøtu.
Eins og undanfarin ár, so verða fleiri plátuvendarar/Djs. Teir fara so upp á skift at spæla tónleik, sum plagdi at verða spældur í Diskotek Dallas, Club 20 og Casablanca.
Platuvendarar í ár verða Regin Johansen, Eyðfinn Drevsen, Kári Annan, Ottar i Funningsstovu og Leif Laadal.