Queen-sangir og Ken Hensley í Dansifrøi

Eitt klassiskt rock tiltak verður í Dansifrøi, leygardagin 3. mai

Leygarkvøldið 3. mai verður eitt fjøltáttað, klassiskt rock tiltak í Dansifrøi í Havn.

 

Høvuðsnavnið verður Åge Sten Nilsen og Ensemble, sum er sera vælumtóktir í Skandinavia fyri sínar cover-framførslur av hittum hjá kenda bólkinum Queen.

 

Føroyavinurin, Ken Hensley verður eisini at hoyra hetta kvøldið, og havnarbólkurin, Devon fer eisini á pall hetta kvøldið.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við fyrireikaran, John Dam um "Classic Rock Show" í Dansifrøi.

 

Á hesari YouTube leinkjuni ber til at síggja og hoyra Åge Sten Nilssen: http://www.youtube.com/watch?v=p-W-6U9iiJA