frá teimum fýra málunum, sum komu í dystinum í Klaksvík millum heimaliðið og NSÍ, sum endaði við javnleiki 2-2. NSÍ upplivdi at verða bæði frammanfyri og aftanfyri í dystinum, men megnaði ímóti dystarenda [...] silvurvinnarunum frá kappingini í fjør. NSÍ hevur enn til góðar at vinna. Teir hava tríggjar javnleikir og eitt tap í teimum fyrstu fýra dystunum. Komandi sunnudag vitjar HB við Løkin í Runavík.
Klokkan 16 í dag spæla nummar eitt og nummar trý í FTZ deildini ímóti hvørjum øðrum í Hoyvíkshøllini. Oddaliðið, H71, sum hevur 25 stig tekur ímóti KÍF, sum hevur 19 stig. Hilmar Jan Hansen fer at siga [...] siga beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 15.45. Í sendingini verður eisini kunnað um gongdina í dystinum millum Team Klaksvík og Neistan. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo , og annars á FM
eitt nýtt reiðarí sett á stovn í Klaksvík. Tað er Poul Martin Bjørgheim Rasmussen, sum hevur sett eitt nýtt reiðarí á stovn, sp/f 27.07.2017. Tað sæst í seinastu broytingunum í partafelagsskránni, sum Bus [...] savnað saman. Felagið skal reka fiskivinnu, umframt aðra vinnu, sum stendur í samband við nevnda rakstur. Annars eru broytingarnar í partafelagsskránni merktar av fusiónini av Bakkafrost Farming, Bakkafrost [...] umframt tað, at Eyðbjørn Larsen, advokatur, er vorðin partur av advokatfelagnum Sókn. Allar broytingarnar í partafelagsskránni seinastu vikuna síggjast her.
heilt fitt av vindi í dag, og løgreglan fekk eisini onkrar fráboðanir um vindskaðar. Men talan var um smærri skaðar, sum bjargingarliðini fingu bilbukt við. Í Klaksvík varð boðað frá í morgun, at ein húsatekja [...] neystatak við at fara. Har vórðu bjargingarliðini boðsend at bjarga støðuni. Í morgun varð eisini boðað frá, at byggitilfar var við at fara í luftina, men tað fenn avvarðandi entreprenørur tryggjað, áðrenn skaðið [...] skaðið stóðst av. Trýst annars HER og síggj eitt stutt videobrot frá skubbuta veðrinum í dag
sum undan hesum kappingarárinum skifti úr B36 til KÍ, heldur fram í Klaksvík í øllum førum eitt ár afturat. Tað skrivar Norðlýsið í kvøld. Nýggi sáttmálin ímillum Hørð og KÍ er galdandi fyri komandi [...] ið hann hevði leikbann. Fyrr í vikuni longdi KÍ eisini um sáttmálan við 28 ára gamla vongleikaran, Dion Splidt, sum – eins og Hørður – er í holt við sítt fyrsta kappingarár í KÍ.
Í dag eru liðin 70 ár, síðani fólkaatkvøðan um loysing ella samband var. Tjóðveldisfeløgini í Eysturoynni og Norðoyggjum halda 14. september við tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld kl. 19.00 [...] Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Magni Arge, fólkatingslimur, Jóhann Lutzen, býráðslimur í Klaksvík, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Rani Nolsøe fer at syngja og spæla. Í kvøld kl. 18 [...] 18.30 verður fólkafundur á Mýri í Hovi. Har verða røður hildnar og sangir sungnir. Eldra Tjóðveldi skipar fyri fólkafundinum.
á løgreglustøðini sigur í morgun, at hóast tað hava verið nógv fólk í býnum í nátt, so hevur verið sera friðarligt. Frá umleið klokkan 00.30 og fram til nakrar minuttir yvir 8 í morgun, hava bert tvey fólk [...] løgreglan kom á staðið, men tað avtornaði mettu tey tað best, at tey bara fóru í song. Ein annar maður sovnaði á bussstopstaðnum í Klaksvík. Løgreglan vakti hann og síðaní fór hann umborð á bussin.
Fjarðafestivalin. Byrjað verður klokkan 20 í kvøld Alt sum fer fram á Fjarðafestivalinum í Skálabotni í kvøld fer fram á innipallinum. Klokkan 20 fer borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen at [...] byrja sang- og tónleikaframførslurnar. Fyrst á pall verður Betestakórið í Klaksvík, sum hevur heili 85 ár á baki. Klokkan 22 fer Martin í Grund á Pall. Klokkan 22.30 verður ?Born2dance? á skránni, og klokkan [...] klokkan 23 verður ?Late night worship? við Heina Lutzen. Fjarðafestivalurin heldur fram í morgin og leygardagin.
Í morgin, 26. juni, verður ovara hædd av missiónshúsinum Emmaus í Klaksvík tikin í nýtslu. Niðara hædd av Emmaus varð annars vígd og tikin í nýtslu 11. desember í 2005. Síðstu árini hevur verið arbeitt [...] langt, at ovara hæddin eisini verður tikin í nýtslu. Tiltakið byrjar sunnudagin klokkan 18. Atli Rasmussen, ið er formaður í Emmaus, talar á møtinum, og kór í Emmaus syngur. Eftir hetta er borðhald og møguleiki [...] fram heilsanir. Komandi vikuskifti verður annars summarstevna hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum hildin í Emmaus.
Sunnudagin 1. november klokkan 15 verður minningarhald teirra sjólátnu við minnisvarðan í Vágstúni í Klaksvík. Skráin er hendan: Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, bjóðar vælkomin. Kórsangur við Vitanum