Magnus Rasmussen, borgarstjóri setur Fjarðafestivalin. Byrjað verður klokkan 20 í kvøld Alt sum fer fram á Fjarðafestivalinum í Skálabotni í kvøld fer fram á innipallinum.
Klokkan 20 fer borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen at seta Fjarðafestivalin.
Longu klokkan 20.10 byrja sang- og tónleikaframførslurnar. Fyrst á pall verður Betestakórið í Klaksvík, sum hevur heili 85 ár á baki.
Klokkan 22 fer Martin í Grund á Pall. Klokkan 22.30 verður ?Born2dance? á skránni, og klokkan 23 verður ?Late night worship? við Heina Lutzen.
Fjarðafestivalurin heldur fram í morgin og leygardagin.









