Hørður Askham, sum undan hesum kappingarárinum skifti úr B36 til KÍ, heldur fram í Klaksvík í øllum førum eitt ár afturat. Tað skrivar Norðlýsið í kvøld.
Nýggi sáttmálin ímillum Hørð og KÍ er galdandi fyri komandi kappingarár. 22 ára gamli verjuleikarin hevur vunnið sær fast pláss á liðnum og hevur verið við allar dystirnar uttan tann eina, tá ið hann hevði leikbann.
Fyrr í vikuni longdi KÍ eisini um sáttmálan við 28 ára gamla vongleikaran, Dion Splidt, sum – eins og Hørður – er í holt við sítt fyrsta kappingarár í KÍ.










