Rás2 sigur frá H71-KÍF í dag

Dysturin millum nummar eitt og nummar trý í FTZ deildini byrjar klokkan 16

Klokkan 16 í dag spæla nummar eitt og nummar trý í FTZ deildini ímóti hvørjum øðrum í Hoyvíkshøllini.

 

Oddaliðið, H71, sum hevur 25 stig tekur ímóti KÍF, sum hevur 19 stig. Hilmar Jan Hansen fer at siga beinleiðis frá dystinum. Sendingin byrjar klokkan 15.45. Í sendingini verður eisini kunnað um gongdina í dystinum millum Team Klaksvík og Neistan.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

Ljóðsamrøður og myndir koma út á in.fo aftaná dystarlok.