Nýtt reiðarí í Klaksvík

Nú er eitt nýtt reiðarí sett á stovn í Klaksvík. Tað er Poul Martin Bjørgheim Rasmussen, sum hevur sett eitt nýtt reiðarí á stovn, sp/f 27.07.2017. Tað sæst í seinastu broytingunum í partafelagsskránni, sum Business-Line hevur savnað saman.

 

Felagið skal reka fiskivinnu, umframt aðra vinnu, sum stendur í samband við nevnda rakstur.

 

Annars eru broytingarnar í partafelagsskránni merktar av fusiónini av Bakkafrost Farming, Bakkafrost Harvest og Faroe Farming, umframt tað, at Eyðbjørn Larsen, advokatur, er vorðin partur av advokatfelagnum Sókn.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni seinastu vikuna síggjast her.