Fólk í býnum, men sera friðarligt

Ein maður var bangin um damuna og ein annar maður svav á bonki í Klaksvík.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at hóast tað hava verið nógv fólk í býnum í nátt, so hevur verið sera friðarligt.

 

Frá umleið klokkan 00.30 og fram til nakrar minuttir yvir 8 í morgun, hava bert tvey fólk ringt eftir løgregluni.

 

Tann eini var ein maður, sum var bangin um damuna. Tey mettu tað sera neyðugt, at løgreglan kom á staðið, men tað avtornaði mettu tey tað best, at tey bara fóru í song.

 

Ein annar maður sovnaði á bussstopstaðnum í Klaksvík. Løgreglan vakti hann og síðaní fór hann umborð á bussin.