Í dag eru liðin 70 ár, síðani fólkaatkvøðan um loysing ella samband var. Tjóðveldisfeløgini í Eysturoynni og Norðoyggjum halda 14. september við tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld kl. 19.00.
Fýra menn skulu halda røðu. Teir eru Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, Magni Arge, fólkatingslimur, Jóhann Lutzen, býráðslimur í Klaksvík, og Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Rani Nolsøe fer at syngja og spæla.
Í kvøld kl. 18.30 verður fólkafundur á Mýri í Hovi. Har verða røður hildnar og sangir sungnir. Eldra Tjóðveldi skipar fyri fólkafundinum.