Í morgin, 26. juni, verður ovara hædd av missiónshúsinum Emmaus í Klaksvík tikin í nýtslu.
Niðara hædd av Emmaus varð annars vígd og tikin í nýtslu 11. desember í 2005. Síðstu árini hevur verið arbeitt sjálvboðið við at innrætta ovaru hæddina. Nú er komið so langt, at ovara hæddin eisini verður tikin í nýtslu.
Tiltakið byrjar sunnudagin klokkan 18. Atli Rasmussen, ið er formaður í Emmaus, talar á møtinum, og kór í Emmaus syngur. Eftir hetta er borðhald og møguleiki at bera fram heilsanir.
Komandi vikuskifti verður annars summarstevna hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum hildin í Emmaus.