øki í fjør eisini liggur inni á bretskum øki. Amerada Hess hevur so eisini eitt annað loyvi í bretskum øki m.a. saman við Texaco, sum eisini hevur fleiri onnur áhugaverd loyvi í bretskum øki. Tað kann hugsast [...] at Texaco fer at bora í ár, eitt nú longur norðuri, har tað hevur eitt loyvi, sum liggur heilt uppat føroyska markinum, og har Agip hevur eitt 9 ára loyvi føroysku megin markið. Um Texaco fer at bora
nógv at gera uppi á landi. Tí merkist tað á flakavirkjunum, nú vánaliga veðrið hevur tarnað fiskiskapinum. Onkur fríløta hevur verið á virkjunum kring landið, og onkur verður eisini seinni í hesi vikuni, [...] broytt. Ikki vist, ti fiskiskapurin er so nógv slakari, men í fyrsta lagi, tí veðrið seinastu dagarnar hevur verið so vánaligt og óstøðugt. Tó kundi okkurt bent á, at minni eisini er at fða í løtuni. Men einki [...] spølini umvælast. Skipini høvdu verið stutt úti, tá ið tey noyddust at bróta túrin av. - Fiskaarbeiði hevur verið samanhangandi higartil, og vit hava nóg mikið av fiski til meginpartin av mikudegnum. Síðan
fleiri faktuellir feilir. Eitt nú tá tosað verður, hvørjar heimildir og uppgávur oljumálastýrið hevur, sigur Rókur Tummasarson. Sæð áður ?Nógv av tí, ið verður nevnt í frágreiðingini, verður eisini tikið [...] tikið upp og lagt uppfyri í umvhvørvisfrágreiðingini, ið Oljumálastýrið saman við øðrum hevur latið úr hondum, sigur Rókur Tummasarson. Endamálið við Menas-frágreiðingini verður sagt at vera at eggja til [...] sum nú, er ikki nógv at kjakast um, sigur altso Rókur Tummasorson. Riggar væl Ein kritikkur, sum hevur verið reistur móti føroysku myndugleikunum, er, at umhvørvi og olja hoyra undir sama stýrið. Hetta
Trivnaðargrunnur Flokkurin Verkamannafylkingin við Ingeborg Winther á odda hevur verið óvirkin síðani seinasta løgtingsval. Flokkurin hevur nú alment rundað virksemi sítt av, og hava tey avgjørt at geva peningin [...] eru jú nógvir, nú brýr eru bæði yvir til Svøríkis og Fjón. Sparikassin stuðlar Føroya Sparikassi hevur avgjørt at stuðla hesum trivnaðargrunni. ? Eitt av aðalmálunum hjá Sparikassanum er jú at stuðla [...] vælgerðandi endamálum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri á Føroya Sparikassa. Føroya Sparikassi hevur tí gjørt av, at lata grunninum 100.000 krónur, sum eisini skulu vera við til at fáa bussin til vega
Hondbóltur ? kvinnur Hóast nógv fokus hevur verið vent móti komandi dystunum hjá VÍF-kvinnunum, so merkir hetta á ongan hátt, at restin av hondbóltskappingini liggur still av hesi orsøk. Tvørtur ímóti [...] Stjørnuni seinasta vikuskifti kundi tó bent á, at tær nú eru um at vinna seg úr aldudalinum, sum liðið hevur verið. Har afturat hava klaksvíkingarnir tvey ár á rað tapt hálvfinaluna í steypakappingini, og ivaleyst [...] dysturin, sum í evstu løtu avgerð spurningin um upp- og niðurflyting. Sum vit áður hava nevnt, so hevur dysturin tvær reisur verið útsettur, og so er bert at vóna, at grundspælið hjá kvinnunum kann avgreiðast
so hava jólini haft góða ávirkan. Tí longu nú, áðrenn Løgtingið hevur haft sín fyrsta fund, aftaná at Fíggjarlógin var samtykt, hevur landsstýrið ásannað, at sjálvandi skulu pensjónirnar hækka. Og eg [...] tað nú sær út til, at samgongan vil hækka pensjónirnar hjá okkara fólkapensjonistum. Landsstýrið hevur sett sær fyri at hækka viðbøturnar við uml. 400 kr. um mánaðin, og at gera grundarupphæddina skattafría [...] arbeiðis ongantíð ov skjótt, at fáa samtykt uppskotið. Gott nokk fær tann pensjonistur, sum bert hevur sína fólkapensjón at liva fyri ikki tær 1000 kr. meira um mánaðin, sum eg havi mett vera neyðugt,
árini hava162 sangir roynt seg í danska Grand Prixnum. Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógvir finalistar hava verið hvørt ár, men síðani 1982 hevur verið vanligt, at 10 luttakarar hava kappast í finaluni. [...] við, at Grand Prixið var sent til hvíldar, gjørdi Danmarks Radio eina bjargingarroynd, og síðani hevur tað gingið rætta vegin. Í 2000 vunnu Brøðurnir Olsen europeiska Grand Prixið, og tað skapti sera stóran [...] á toppinum. Men fyrireikararnir av Grand Prixnum vita, at tað gongur skjótt hvønn vegin. Danmark hevur seinastu tvey árini fingið sera góð úrslit, og tað økir um áhugan. Endar Danmark hinvegin sum nummar
orðaskifti, fari eg tí bert at seta Annitu nakrar spurningar: Hevur landsstýrið ikki á ávísum økjum gjørt greitt ábyrgdarbýti millum land og kommunur? Hevur Tjóðveldisflokkurin ikki júst verið við til at samtykkja [...] rmál. Grundarlagið undir hesum máli er lagt av samgonguni. Her eru greiðar linjur, sum samgongan hevur stungið út í kortið, enntá saman við føroysku kommununum. Orsøkin til at Annita reisir uggafjarðarnar [...] landinum ? við einari miðal inntøku um 20% hægri enn hjá øðrum stórum kommunum ? av almennum peningi? Hevur Tórshavnar Kommuna ikki eitt lægri skattaprosent enn flestu stóru og miðalstóru kommunur í landinum
formaður fyri Grót. Tónleikasamtakið Grót hevur skipað fyri konsertum í Klaksvík og aðrastaðni, og hetta hevur verið rættiliga væl vitjað. Eftir fleiri áheitanir, hevur felagið so avgjørt at skipa fyri hesum [...] mætari enn at fara út á gøtuna í Klaksvík at steðga bilum og gera vart við teirra ónøgd. Í eitt ár hevur ungdómurin í Klaksvík saknað eitt stað at vera um kvøldarnar, og hetta vilja tey hava broytt sum skjótast
Mentanargrunnurin hevur fingið frá teimum ymsu listarfólkunum. Allar umsóknirnar skulu lúka ávísar treytir, ið settar verða. Tilsamans vóru 63 umsóknir, og sigur Rói Patursson, at tað hevur verið ógvuliga [...] avmarkaður fíggjarliga sum vit, so kunnu øll ikki fáa tað tey ynskja. Tað hevur verið eitt størri arbeiðið at fáa hetta gjørt, og tað hevur heldur ikki verið lætt. Men vit hava altso verið noyddir at sálda frá