Grunnur fyri Hotel Tórshavn settur á stovn

Í gjár handaði Ingeborg Winther Kára Petersen ein kekk áljóðandi góðar 85.000 krónur, sum skulu verða fyrsta stigið til at stovna ein sokallaðan trivnaðargrunn til Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn. Føroya Sparikassi hevur gjørt av eisini at stuðla tiltakinum við einum peningaligum ískoyti

 

Trivnaðargrunnur

 

 

 

Flokkurin Verkamannafylkingin við Ingeborg Winther á odda hevur verið óvirkin síðani seinasta løgtingsval. Flokkurin hevur nú alment rundað virksemi sítt av, og hava tey avgjørt at geva peningin, ið Verkamannafylkingin átti til eitthvørt vælgerandi endamál. Fundur varð hildin fyri umleið einum mánaða síðani, har tað síðani varð avgjørt, at peningurin skuldi fara til ein trivnaðargrunn fyri Sjúklingahotellið Tórshavn.

 

Upphæddin er í krónum og oyrum 85.768, 81. Hesin peningur skal millum annað brúkast til ein buss, sum sjúklingahotellið ætlar at keypa. Ætlanin er, at bussurin skal kunna brúkast til útferðir við sjúklingunum, soleiðis, at teir ikki sita inni alla tíðina, og so at teir á henda hátt fáa okkurt annað at tosa um enn bara sjúkur. Tað kann gerast ógvuliga troyttandi at sita inni á hotellinum í eitt longri tíðarskeið, og møguleikarnir í Danmark eru jú nógvir, nú brýr eru bæði yvir til Svøríkis og Fjón.

 

 

 

Sparikassin stuðlar

 

 

 

Føroya Sparikassi hevur avgjørt at stuðla hesum trivnaðargrunni.

 

? Eitt av aðalmálunum hjá Sparikassanum er jú at stuðla vælgerðandi endamálum, sigur Marner Jacobsen, forstjóri á Føroya Sparikassa.

 

Føroya Sparikassi hevur tí gjørt av, at lata grunninum 100.000 krónur, sum eisini skulu vera við til at fáa bussin til vega.

 

Nevndin fyri trivnaðargrunnin er eisini sett. Kári Petersen er formaður, meðan Dánjal Joensen frá Føroya Sparikassa og fyristøðukvinnan, Ruth Egemose, á sjúkrahúsinum, ið tekur sær av at senda sjúklingar til Ríkissjúkrahúsið, eru nevndarlimir. Eisini er ætlanin at stovna eina nevnd í Keypmannahavn, har Ina Fristad, leiðari á sjúklingahotellinum, skal vera formaður. Afturat sær skal hon so hava fólk, ið kunnu hjálpa henni við hugskotum. Bussurin er ikki tað einasta. Ætlanin er at skipa fyri øllum møguligum tiltøkum.

 

? Talan er bara um vantandi hugskot hjá teimum, ið stíla fyri, sigur Kári Petersen.

 

? Afturat hesum peningi, ið vit nú hava fingið, kundi eg annars væl hugsað mær, at privatpersónar kundu givið eina ávísa upphædd um mánaðan. Eg hugsi tó ikki um eina stóra peningaupphædd. Kanska eini 25 ? 50 krónur um mánaðan, soleiðis at grunnurin fær ein fastan og javnan streym av peningi inn. Mangir løðir smáir gera stórar áir. Sjálvandi eru virkir og fyritøkur eisini vælkomin til at geva størri stuðul, sigur formaðurin í nýggja grunninum.