Størsta starvslønin til filmslist

Mentanargrunnur grunnur Landsins hevur nú tikið avgerðirnar um, hvør skal fáa starvslønirnar í ár. Tilsamans eru 20 starvslønir latnar við ymsum tíðaravmarkingum

Mentanargrunnurin kann játta eina starvsløn upp til trý ár. Tvær starvslønir eru galdandi eitt ár, og eisini ber til at lata starvsløn niður í ein mánað. Tríára starvslønina fekk Teitur Árnason Dahl, ið fæst við filmlist. Ein starvsløn svarar til eina læraraløn í fólkaskúlanum á lønarstigi 21, stig 1. Hetta eru umleið 18.000 krónur um mánaðin. Í fjør fekk Alexandur Kristiansen úr Fuglafirði 3 ára starvslønina hjá Mentanargrunninum.
Tær báðar starvslønirnar áljóðandi eitt ár, fingu Sunnleif Rasmussen og Carl Johan Jensen. Edward Fuglø, Katrin Ottarsdóttir, Jóanis Niesen og Oddfríður Rasmussen fingu øll játtað starvsløn í eitt hálv ár í part. Tilsamans játtaði Mentanargrunnur Landsins 20 fólkum starvsløn.
? Hinar starvslønirnar, ið eru latnar, svinga allar frá fýra til tveir mánaðar, sigur Rói Patursson, formaður í Mentanargrunninum.
? Næstan allar listagreinir eru umboðar. Tað verið seg tónleikur, sjónleikur, listafólk, rithøvundar og so framvegis.

Torførar avgerðir

Støðið er tikið í umsóknunum, sum Mentanargrunnurin hevur fingið frá teimum ymsu listarfólkunum. Allar umsóknirnar skulu lúka ávísar treytir, ið settar verða. Tilsamans vóru 63 umsóknir, og sigur Rói Patursson, at tað hevur verið ógvuliga torført at avgera, hvør skuldi fáa starsvløn, tí verkætlanirnar vóru nógvar og eisini vóru tær spennandi.
? Vit hava kjakast og vent hvørji tí einastu umsókn, men tá man er avmarkaður fíggjarliga sum vit, so kunnu øll ikki fáa tað tey ynskja. Tað hevur verið eitt størri arbeiðið at fáa hetta gjørt, og tað hevur heldur ikki verið lætt. Men vit hava altso verið noyddir at sálda frá.
Peningur verður játtaður Mentanargrunni Landsins á fíggjarløgtingslógini. Nevndin umsitur sjálvstøðugt játtina, og ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar um árið. Peningurin verður viðgjørdur á hvørjum árið í løgtinginum, og ætlanin er, at hetta skal koma at virka á henda hátt framyvir.
? Vit hava ikki almannakunngjørt, hvør fekk hvat fyrr enn nú í hesi vikuni, sigur Rói Patursson.
? Hetta kemst av, at tey, sum hava sent okkum umsókn fáa øll bræv um, hvørt starvsløn er teimum játtað ella noktað. Vit vildu tí tryggjað okkum, at tey høvdu fingið brævið áðrenn vit fóru út alment við úrslitinum.