<font face="Times,Times New Roman"><br></font>
Keypmannahavn: Tað hava verið skiftandi tíðir í donskum Melodi Grand Prixið, og fyri seks árum síðani var tað nær við, at Danmarks Radio, sum skipar fyri kappingini, setti endaliga punktum fyri Grand Prixnum.
Eftir nøkur vánalig úrslit í europeiska Grand Prixnum, vóru danir troyttir av kappingini, og eisini fyriskipararnir hildu, at Grand Prixið helst hevði tænt fyri seg. Men hóast tað var ómetaliga nær við, at Grand Prixið var sent til hvíldar, gjørdi Danmarks Radio eina bjargingarroynd, og síðani hevur tað gingið rætta vegin.
Í 2000 vunnu Brøðurnir Olsen europeiska Grand Prixið, og tað skapti sera stóran áhuga fyri kappingini í Danmark, og tá europeiska kappingin kom til Keypmannahavn í fjør, syrgdu danir fyri einjum óhoyrdum showi.
Upp og niður
Tá danska Grand Prixið var sent á DR1 í fjør, hugdu meira enn tvær milliónir danir í sjónvarpi, og tað er óvanliga nógv. Men Grand Prixið er aftur vorið eitt fólkaligt tiltak av teimum heilt stóru, og tí fær Pætur kjansin í kappingini, júst sum áhugin er á toppinum.
Men fyrireikararnir av Grand Prixnum vita, at tað gongur skjótt hvønn vegin. Danmark hevur seinastu tvey árini fingið sera góð úrslit, og tað økir um áhugan. Endar Danmark hinvegin sum nummar 16 ella 18 í Estlandi 25 mai, so fer tað raka áhugan fyri kappingini meint.
<font face="Times,Times New Roman">Tí er tað umráðandi, at danir kunnu bjóða ein góðan sang, tá europeiska finalan verður í Estlandi í mai mánaði.</font>
Sigrar og tap
Danmark tók fyrstu ferð lut í Grand Prixnnum í 1957, og í 1963 eydnaðist tað dønum at finna kappingina fyri fyrstu ferð.
Longu trý ár seinni vóru atfinningarnar at kappingini so ógvusligar, at Danmarks Radio gjørdi av at taka seg burturúr.
Danmark fór ikki uppí aftur fyrr enn í 1978, og síðani hava danir verið við so at siga alla tíðina. Onkur ár hava úrslitini verið vánalig, meðan 2000 stendur sum stóra sigursárið.
Gjøgnum árini hava162 sangir roynt seg í danska Grand Prixnum. Tað hevur verið ymiskt, hvussu nógvir finalistar hava verið hvørt ár, men síðani 1982 hevur verið vanligt, at 10 luttakarar hava kappast í finaluni.










