Men soleiðis hongur gerandisdagurin ? og ei heldur lívið ? saman. Tað er viðgangur, og tað er mótgangur. Slíkum slepst valla undan.
Í flest øllum viðurskiftum síggja vit hesi fyribrigdi; upp-og niðurgongd, hvørt um annað.
Gólvini gerast turr
Meðan Sosialurin í fyrru helvt av hesum mánaðinum hevði fleiri greinastubbar um, at skip komu aftur av túri, full undir lúkurnar, er støðan nú broytt.
Ikki vist, ti fiskiskapurin er so nógv slakari, men í fyrsta lagi, tí veðrið seinastu dagarnar hevur verið so vánaligt og óstøðugt. Tó kundi okkurt bent á, at minni eisini er at fða í løtuni.
Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. Tá ið tann nógvi upsin var á marknaðinum herfyri, sóu vit nakrar bumm-sølur. Nú minni kemur upp á land, er væntandi, at prísurin fer uppaftur.
Gongur væl hjá skipunum at fiska, er eisini nógv at gera uppi á landi. Tí merkist tað á flakavirkjunum, nú vánaliga veðrið hevur tarnað fiskiskapinum.
Onkur fríløta hevur verið á virkjunum kring landið, og onkur verður eisini seinni í hesi vikuni, tí ov lítil fiskur er á marknaðinum.
Smáar nøgdir
Skipini fáa minni, og tað sæst aftur á landingartøl unum.
Vesturbúgvin landaði í Vestmanna mánadagin. Teir høvdu stívliga 100.000 pund tilsamans, harav eini 80.000 pund var upsi. Restin toskur, hýsa og onnur fiskasløg.
Fram og Vesturbúgvin hava verið inni við spælskaða, og Fiskavirking í Vestmanna keypti eina minni nøgd hjð Fram. Teir løgdu fiskin upp í Miðvági, tí har skuldu spølini umvælast. Skipini høvdu verið stutt úti, tá ið tey noyddust at bróta túrin av.
- Fiskaarbeiði hevur verið samanhangandi higartil, og vit hava nóg mikið av fiski til meginpartin av mikudegnum. Síðan kemur steðgur í, um eingin landing verður seinni í vikuni, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna.
Í Vestmanna hava tey annars arbeitt eitt sindur av toski, sum er farin til portiónir.
- Tað er long tíð, síðan vit hava arbeitt tosk á virkinum. Vit arbeiddu ikki eitt kilo av toski í fjør, bara upsa. Nú royna vit so hetta fyri at hava okkurt at gera, nú minni fiskur er á marknaðinum, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna.