Ætla at stovna tónleikafelag í Klaksvík

Ein glotti er at hóma fyri tey mongu ungu í Klaksvík, sum mótmæltu vánaligu umstøðurnar hjá ungdóminum fyrr í vikuni. Ætlanin er at seta á stovn eitt tónleikafelag. Í tí sambandi verður skipað fyri fundi fríggjakvøldið

Tónleikur

Mánakvøldið varð greitt fyri øllum, at ungdómurin í Klaksvík hevði fingið nokk. Saknurin eftir einum dansistaðið hjá teimum ungu var vorðin so mikið stórur, at tey gjørdu ikki mætari enn at fara út á gøtuna í Klaksvík at steðga bilum og gera vart við teirra ónøgd. Í eitt ár hevur ungdómurin í Klaksvík saknað eitt stað at vera um kvøldarnar, og hetta vilja tey hava broytt sum skjótast. Eisini borgarstjórin í Klaksvík fett turt upp á frá teimum illa sperdu ungu mánakvøldið.
Tað er nú líkt til, at ungdómurin kanska fær eitt tilboð afturat í Klaksvík. Í øllum førum verður skipað fyri einum fundi fríggjakvøldið í býraðsshøllini í Klaksvík. Tað er tónleikasamtakið Grót, ið saman við øðrum skipar fyri hesum tiltakinum.
?Vit hava fingið fleiri áheitanir um at hava Grót í Klaksvík, men vit halda tað vera best, um tað verður gjørt eitt felag í Klaksvík fyri tey tónleikaáhugaði har. Tað verður so upp til hetta felagið at gera av, hvussu og hvat virksemið, teir vilja hava í Klaksvík, sigur Jón Tyril, ið er formaður fyri Grót.
Tónleikasamtakið Grót hevur skipað fyri konsertum í Klaksvík og aðrastaðni, og hetta hevur verið rættiliga væl vitjað. Eftir fleiri áheitanir, hevur felagið so avgjørt at skipa fyri hesum fundinum. Býráðið var beinanvegin við upp á hugskotið, og bjóðaði sær til at veita høli til fundin.
?Ætlanin er at hava orðstýrara á fundinum, og sum heild royna at halda ein góðan fund, har tey ymsu sjónarmiðini sleppa framat. Tað er ikki ætlanin at nakað endaligt skal fáast burturúr, men tað hevði verið ynskiligt, um ein nevnd kanska hevði kunnað verið sett á stovn, sigur Jón Tyril.
Øll eru vælkomin á fundin, ið verður kl. 19.00 í býráðshøllini í kvøld, fríggjakvøldið. Um tað nýggja felagið kanska fer at reka diskotek, er nakað, ið støða má takast til, tá felagið er sett á stovn.
-Tað besta hevði verið, um vit høvdu fleiri tónleikafeløg og so eitt landsfelag fyri hesi, tí tað hevði gjørt tað nógv betri fyri allar partar,sigur Jón Tyril, sum vónar at síggja nógv fólk á fundinum fríggjadagin.