Hondbóltur ? kvinnur
Hóast nógv fokus hevur verið vent móti komandi dystunum hjá VÍF-kvinnunum, so merkir hetta á ongan hátt, at restin av hondbóltskappingini liggur still av hesi orsøk.
Tvørtur ímóti. Hetta vikuskiftið tykist gerast eitt hitt mest umfatandi hondbóltsvikuskifti hetta kappingarárið, og tað av fleiri orsøkunum.
Umframt teir báðar dystirnar hjá VÍF, verður fult umfar spælt sunnudagin. Har afturat skal útsetti dysturin millum Sóljuna og StÍF frá grundspælinum avgreiðast, umframt at Stjørnan og VB fara undir fyrru hálvfinaluna sínamillum.
Steypakappingin
Fyri at taka tað seinasta fyrst, so er talan um endurtøku frá í fjør, tá Stjørnan og VB tørna saman í Coca-Cola kappingini.
Í fjør vann VB báðar uppgerðirnar í steypakappingini, og vágbingar seta helst nøsina upp ímóti at vinna sær finalusessin triðja árið á rað.
Stjørnan er kanska eisini til at tosa við í løtuni, og í øllum førum vann VB seinasta dystin millum liðini bæði, men avrikið hjá Stjørnuni seinasta vikuskifti kundi tó bent á, at tær nú eru um at vinna seg úr aldudalinum, sum liðið hevur verið. Har afturat hava klaksvíkingarnir tvey ár á rað tapt hálvfinaluna í steypakappingini, og ivaleyst er hetta nakað, sum tær nú vilja broyta.
Landskappingin
Í landskappingini er dysturin leygardagin sum sagt útsetta uppgerðin ímillum Sóljuna og StÍF.
Hóast tað í prinsippinum bert er hitt eina stigið, sum spælt verður um, so skerst ikki burtur, at hetta væl kann verða dysturin, sum í evstu løtu avgerð spurningin um upp- og niðurflyting.
Sum vit áður hava nevnt, so hevur dysturin tvær reisur verið útsettur, og so er bert at vóna, at grundspælið hjá kvinnunum kann avgreiðast endaligt leygardagin.
Sunnudagi eru so tríggir dystir á skránni, og skulu tá tey fýra liðini, sum dystast leygardagin aftur royna seg, tó at blandingin er heldur øðrvísi. Tá fer Sóljan á vitjan hjá Stjørnuni í einum dysti, har heimaliðið er risa stórur favorittur, meðan VB eisini er stórfavorittur móti StÍF, tó at tann dysturin verður á Skála.
Seinasti dysturin verður í Havn, har grannarnir báðir, Neistin og Kyndil fara at avgreiða triðju lokaluppgerðina í vetur. Her hevur Neistin havt yvirtakið higartil, men rakar Kyndil rætta dagin, so kann so væl vera, at tær endiliga aftur fáa tvey stig frá teimum bláu.










