Menas-frágreiðingin
Menas-frágreiðingin viðger eisini umhvørvi í sambandi við eina komandi oljuvinnu. Vit hava biðið Rók Tummasarson, fulltrúa í umhvørvismálum á Olju- og Umhvørvismálastýrinum, um at lisið partin um umhvørvi og gjørt viðmerkingar.
Fyrsta viðmerking hansara er, at umhvørvisparturin av frágreiðingin ber ógvuliga nógv brá av, at frágreiðingin er skrivað áðrenn oljuboringarnar fóru ígongd.
?Okkurt vil eg so avgjørt geva teimum rætt í, men sum heild er frágreiðingin ógvuliga nógv ávirkað av, at hon er skrivað, áðrenn boringarnar fóru ígongd. Av hesari orsøk eru flestu tilmælini óneyðug og ótíðarhóskandi, sigur Rókur Tummasarson.
Hann heldur, at føroyskir myndugleikar so dyggiliga hava prógvað, at teir kunnu taka sær av oljuvinnuni. Hann nevnir, at higartil hava eingir trupulleikar verið av oljuvinnuni í umsitingini, og øll tey loyvi, ið skulu latast, hava verið latin uttan stórvegis hóvasták av føroyskum myndugleikum.
?Har eru harafturat fleiri faktuellir feilir. Eitt nú tá tosað verður, hvørjar heimildir og uppgávur oljumálastýrið hevur, sigur Rókur Tummasarson.
Sæð áður
?Nógv av tí, ið verður nevnt í frágreiðingini, verður eisini tikið upp og lagt uppfyri í umvhvørvisfrágreiðingini, ið Oljumálastýrið saman við øðrum hevur latið úr hondum, sigur Rókur Tummasarson.
Endamálið við Menas-frágreiðingini verður sagt at vera at eggja til kjak, men Rókur Tummasarson heldur ikki, at nakað kjak fer at spyrjast burturúr hesum partinum.
?Tað er í veruleikanum ikki so nógv at kjakast um. Var hetta komið, áðrenn nógva virksemið fór ígongd, so var her okkurt at kjakast um, men sum nú, er ikki nógv at kjakast um, sigur altso Rókur Tummasorson.
Riggar væl
Ein kritikkur, sum hevur verið reistur móti føroysku myndugleikunum, er, at umhvørvi og olja hoyra undir sama stýrið. Hetta er nógvastaðni í heiminum púra óhoyrt, men hesum er Rókur Tummasarson als ikki samdur við.
?Tað er ikki nakar trupulleiki við verandi skipan. Umhvørvi verður høgt prioriterað, og tað hevur heldur ikki áður verið hægri prioriterað, sigur Rókur Tummasarson.
Hann vísir m.a. á, at hann er tann fyrsti fulltrúin, ið nakrantíð er settur bert at taka sær av umhvørvismálum.
?Tað er líkamikið, hvørt sýrið umhvørvi hoyrir undir. Eitthvørt málsøki verður høgt prioriterað. Í síðsta enda mugu vit bara hava álit á stýrunum og embætisfólkunum, sigur Rókur Tummasarson.