verið fyrr í summar, og á vestanstevnuni í Miðvági var sigurin hjá Sílinum meiri sannførandi, enn allir hinir fimm sigrarnir á steevnuni vóru. Tað var hann, sjálvt um Sílið ikki fekk besta startin. Fípan [...] fylgdi væl við, og tað var skjótt, at Sílið eisini kom upp í kappingina. Fípan Fagra megnaði at halda tørn um oddaplássið eina góða løtu, men so bjóðaði Sílið orduliga av, og tað var ikki lukkuligt. Eftir [...] hinar, og á síðsu metrunum var tað sera sannførandi hjá Sílinum. Hjá Bliki gekk tað ikki so væl, sum tað hevur gjørt aðrar ferðir. Drekin megnaði at vinna triðja plássið. Hann var eina bátslongd aftanfyri
Tú fylgdi mær væl mína reystastu tíð, um lagnan var hørð, ella leiðin var blíð, um neyð ella sorg inn at hjarta mær gekk, tá linna og troyst altíð frá tær eg fekk. Sjálvur valdi tú sálmarnar, vit skuldu [...] til tína dýggjvátu grøv. Svárt var at fylgja tær ta seinastu tíðina og vita, hvussu tú viknaði dag frá degi. At vita frá tínum næstu, at dagamunur sást á tær. Svárt var at vitja teg jóladag og hoyra tína [...] deyðamerktu rødd græla við ynskinum um eini gleðilig jól. Svárt var saman við tær at staðfesta okkara ómegd, tá ið boðini eru eftir okkum. Tyngst var at hoyra teg biðja farvæl við ynskinum um, at vit sóust aftur
víðari í endaspælið. Og í fleiri bólkum var sera javnt. Tá ið leikur var lokin var tað Unn Mortensen úr Øravík, sum hevði vunnið FM-heitið triðja árið á rað. Unn var einastandandi henda dagin, hon leikti [...] Badmintonhøllina henda dagin, og spenningurin var stórur. Kappast var í trimum bólkum. Rørslutarnað og menningartarnað vóru í hvør sínum bólki. Og á fyrsta sinni var FM fyri unglingar eisini á skránni. Unn [...] sersambandsins. Hjørdist leikti stak væl henda dagin, hon var støðug, vann fýra dystir, leikti ein javnan og tapti ein dyst. Henni á baki var Jan Dávur úr Kollafirði. Og nummar trý varð heldur óvæntað
Tað var undir hesum orðaskiftinum, at tingmaðurin Jógvan við Keldu var heldur óheppin í sínum orðavali. Hann vísti á, at tað var m.a. partamanni sínum Óla Breckmann og ávísum fø.royskum vinnulívsmonnum [...] júst tann øvugta. Tað var Óli Breckmann, sum fólkatingsmaður og løgtingsmaður eggjaði føroyskum vinnulivsmonnum at taka upp fiskivinnusamstarv við myndugleikarnar í Namiba, ið tá var hjáland hjá tí apar [...] heiminum boykottaði sama stýrið. Her gingu m.a. Norðurlond á odda og var allur samhandil við Suðurafrika bannaður av stjórnunum. Hetta var eisini í tráð við ynskið hjá ST, sum fordømdi hvíta minnulutastýrið
Kalt og eitt lítið lot var, men hetta gjørdi ikki, at fólk settust aftur. Veðrið var rættiliga gott, og longu tá tú komst oman ímóti Steinatúni fekst tú varhuga av, at her var okkurt á vási. Nógv fólk [...] teimum, sum ganga skrúðgongu. Tá klokkan var farin eitt sindur av 15, hoyrdust fyrsti trummuslátturin. Bumm, bumm, bumm! Og lítla løtu seinni sást tú, hvat var á vási. Ein lang skrúðgonga, við nøkrum skótum [...] Tá skrúðgongan var komin uppá pláss spældi hornorkestrið Tjaldur verð vælkomið og síðani flutti Ditlev Róin úr Fuglafirði fram røðu. Várið er í hondum Eyðkenni fyri røðuna hjá Ditlevi var, at várið er í
Hoyvík, var hetta ein serligur dagur, tí tá vórðu liðin 30 ár síðani bilur hansara fyrstu ferð varð skrásettur ? í Føroyum. Tað var Petur Poulsen í Skopun, sum keypti bilin í 1971. Júst tá var nýggja [...] 000 km øll hesi 30 árini ? í miðal undir 3.000 um árið. Hóast merktur av aldri, so var bilurin ikki slitin. Í Føroyum var einki felag fyri fólk, sum hava áhuga fyri at røkja og varðveita gamlar bilar, tá [...] strandfaraskipið, Ritan, farið í sigling, og var Volvo-bilurin tann fyrsti bilurin, sum varð fluttur við Rituni um Skopunarfjørð. Brynjolvur Jensen keypti bilin fyri 10 árum síðani. Hann kendi væl bilin
ferðaleiðara. ? Hetta var ein góður túrur, sum var lættur at ganga, sigur Hans Jørgensen. Vit vóru burturi í einar tveir tímar, og aftaná fóru vit oman til Æðuvíkar, har ein máltíð var at fáa á støðni, sigur [...] hann. Klokkan 18 leygarkvøldið var skipað fyri fólkafundi við Toftavatn, har Jóannes Eidesgaard, Niclas Mikkelsen í Gøtu og Jancy Olsen á Toftum hildu røðu. Um kvøldið var veitsla á Svangaskarði, har Robin [...] varð hildin á Sandi í 1997. Tann næsta var á Tvøroyri í sambandi við, at 100 ár vóru liðin, síðani Petur Mohr Dam varð føddur, tann triðja í Vágum í 1999. Í fjør var stevnan í Norðoyggju m. a. við útferð
upp. Tríggir ósigrar á rað, so tí var dysturin í Sørvági leygardagin ógvuliga tídningarmikil. Tað var hann eisini hjá SÍ, tí enn er einki stig komið á kontoina. Talan var sostatt um tvey lið í kreppu. Hesi [...] tað kostar. 2. sett var skjótt avgreitt. Fram streyk avstað við góðum spæli, og nú sá út til, at dysturin var liðugur. Seinast í settinum gjørdi Fram nakrar broytingar, og liðið var broytt nakað, tá ið [...] Ungi Høgni Viderøe var komin inn fyri Boga Andreasen. Hann slapp peint í eldin, tí allr servurnar frá SÍ endaðu hjá honum. Hetta settið gjørdist ógvuliga javnt allan vegin og ongantíð var munurin stórur.
liðini hittust aftur á Tvøroyri var kanska ikki væntandi. Men tað var so tað sum hendi, og júst sum seinast mátti »tie-breakari« til í báðum hálvleikunum, eins og dysturin mátti avgerast við tí langa »tie- [...] júst sum seinast tá liðini hittust var sera javnt í lítlu »tie-breakaranum«. Tann fyrri endaði 7-5 til TB, meðan tann seinni, aftaná annan hálvleik endaði 7-4 til ÍF. So var neyðugt við tí seinasta avgerandi [...] anum«, og her var tað at TB dróg ta longra stráið og vann 15-13. Annars sá einu løtuna út til at tað skuldi fara at eydnast ÍF at hála sigurin við sær norðuraftur um fjørðin, men so var kortini ikki, tí
eftir 5 minuttum og løgdu tær seg á odda. Liðini fylgdust, men var tað fyri tað mesta Spania, sum var omaná. Okkara komu tó aftur og var javnleikur, tá 5 minuttir restaðu. Okkara høvdu tó ikki hepni og [...] í Makedonia. Tað var tó greitt frá byrjan, at okkara vildu gera tað betri hósdagin. Dysturin byrjaði við sera høgari leikferð og gekk javnt á fyrstu løtuna. Spanska verjuspælið var ágangandi í 4-2 formasjón [...] Føroyska liðið var veruliga vælspælandi í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, samstundis sum Silja Müller stóð væl í føroyska málinum og vóru tað okkara, sum løgdu seg fram um. Hálvleiksstøðan var 16-13 til Føroyar