Fram aftur á sigurskós

Eftir at havt laka úrtøku seinastu dystirnar, fekk Fram endiliga glið á aftur, tá teir um vikuskiftið hittur botnliðið úr Sørvági

SÍ-Fram 0-3 (21-25, 14-25, 24-26


Flogbóltur

Meistaradeild menn


Seinastu vikurnar hava verið vánaligar hjá Fram. Liðið fekk sera góða byrjan á kappingarárið, men so steðgaði alt upp. Tríggir ósigrar á rað, so tí var dysturin í Sørvági leygardagin ógvuliga tídningarmikil. Tað var hann eisini hjá SÍ, tí enn er einki stig komið á kontoina. Talan var sostatt um tvey lið í kreppu.

Hesi liðini hittust fyrr í kappingarárinum í Havn. Tá vann Fram lættliga, men SÍ hevur staðið seg væl á heimavølli, tó einki stig er vunnið enn. Hesin dysturin var tí opin.


Broytt lið

Romica Pascu, sum venur Fram, hevði sett seg sjálvan uttanfyri til henda dystin. Tí fekk Bogi Andreasen møguleikan at vísa, hvør dugur er í. Bogi spældi kantsmashari, og hann kom væl frá uppgávuni.

Í fyrsta settinum gekk rættiliga javnt á, men Fram tóktist tó at hava takið á SÍ. Hjá SÍ vóru gomlu kenningarnir, Sune Hansen og Anfinn Joensen á liðnum, og teir eru altíð drúgvir. Anfinn hevur ikki spælt so nógv í ár, men evnini at blokka hevur hann ikki gloymt. Hann vann nógvar blokkar í dystinum, og Sune tók sær av álopunum. SÍ ger tíverri ov nógvar villur, og tað kostar.

2. sett var skjótt avgreitt. Fram streyk avstað við góðum spæli, og nú sá út til, at dysturin var liðugur. Seinast í settinum gjørdi Fram nakrar broytingar, og liðið var broytt nakað, tá ið 3. sett byrjaði.

Ungi Høgni Viderøe var komin inn fyri Boga Andreasen. Hann slapp peint í eldin, tí allr servurnar frá SÍ endaðu hjá honum. Hetta settið gjørdist ógvuliga javnt allan vegin og ongantíð var munurin stórur. Fram gjørdi aftur nakrar broytingar á liðnum, og m.a. kom Bogi inn aftur at spæla. Tað hevði so mikið av ávirkan á gongdina, at Fram endaði omaná.

Hjá SÍ var hetta enn ein taptur dystur. Úrslitið gjørdist 3-0 til Fram, sum nú aftur er í oddastríðnum. Við manningini SÍ hevði henda dystin, verður spennandi at síggja, hvat kann henda í seinnu hálvu. Onkur sigur man fara at enda í Sørvági.