TB var omaná móti ÍF

Flogbóltur: Enn einaferð mátti »tie-breakari« til í báðum hálvleikum og til endans fyri at avgera dystin millum TB og ÍF. Hesaferð var tað kortini TB sum dróg longra stráið í sera spennandi dysti

TB-ÍF 2-1


Tað var upp á eitt hangandi hár, at ÍF vann dystin í høllini í Trongisvági leygardagin.

Liðini hava fyrr í ár spælt javnan og spennandi dyst, men at tað skuldi fara at endurtaka seg tá liðini hittust aftur á Tvøroyri var kanska ikki væntandi.

Men tað var so tað sum hendi, og júst sum seinast mátti »tie-breakari« til í báðum hálvleikunum, eins og dysturin mátti avgerast við tí langa »tie-breakaranum«, tí liðini vunnu hvør sín hálvleik.

Liðini vunnu hvør sítt sett í hvørjum hálvleiki, og júst sum seinast tá liðini hittust var sera javnt í lítlu »tie-breakaranum«. Tann fyrri endaði 7-5 til TB, meðan tann seinni, aftaná annan hálvleik endaði 7-4 til ÍF.

So var neyðugt við tí seinasta avgerandi »tie-breakaranum«, og her var tað at TB dróg ta longra stráið og vann 15-13.

Annars sá einu løtuna út til at tað skuldi fara at eydnast ÍF at hála sigurin við sær norðuraftur um fjørðin, men so var kortini ikki, tí í síðstu løtu vaknaðu TB-ararnir aftur og fingu vent dystinum til egnan fyrimun.


Jøvn lið

Ikki kann sigast annað enn, at liðini eru jøvn, sum úrslitini eisini vísa.

Í báðum førum hevur verið neyðugt at toyggja flogbóltsreglarnar út í ytstu lykkju fyri at finna eina avgerð, og tað boðar í hvussu er frá tveimum jøvnum liðum.

Í Fuglafirði eru dámurnar keddar av at tær taptu dystin, tí tær vóru so nær við at vinna.

Randi Larsen sigur, at hetta vísir, at FBF var á rættari kós tá ÍF varð biðið um at flyta beinleiðis úr 2. deild upp í meistaradeildina.

? Leikararnir hjá okkum hava víst góðan dystaranda, og vit ætla okkum ikki at gevast at berjast, sigur hon.

Og at tær hava barst sæst aftur við tí veruleika, at tær hava vunnið tveir sigrar higartil í ár, og tað er ikki so galið.


Týdningarmikil sigur

Hjá TB er eingin ivi um, at talan var um týdningarmiklan sigur.

Tær hava verið nær við fleiri ferðir, men eru snávaðar í seinastu løtu, og tí var neyðugt at vinna hesaferð fyri at finna aftur á beint.

Tað eydnaðist, og tí kunnu tvørágentur við stillari sinni gleða seg til næstu uppgávuna.