Sløk fimti ítróttafólk høvdu leitað sær niðan í Badmintonhøllina henda dagin, og spenningurin var stórur.
Kappast var í trimum bólkum. Rørslutarnað og menningartarnað vóru í hvør sínum bólki. Og á fyrsta sinni var FM fyri unglingar eisini á skránni.
Unn føroyameistari triðja árið á rað
Í kappingini fyri menningartarnað varð kappast í trimum innleiðandi bólkum. Tvey tey stinnastu í hvørjum bólki fóru víðari í endaspælið. Og í fleiri bólkum var sera javnt.
Tá ið leikur var lokin var tað Unn Mortensen úr Øravík, sum hevði vunnið FM-heitið triðja árið á rað. Unn var einastandandi henda dagin, hon leikti tíggju dystir, hon vann níggju og tapti ein. Í finaluni vann hon 4?0 á Símun Petur Zachariasen úr Klaksvík. Dystin um triðja plássið vann Øssur Guðmundson úr Tórshavn á Arnold Grundveig úr Vík.
Áki vann kappingina fyri rørslutarnað
Tey rørslutarnaðu kappaðust í tveimum innleiðandi bólkum. Og hóast fleiri nýggj andlit vóru við í hesi kappingini, so vóru tað teir gomlu og royndu boccileikararnir, ið drógu longsta stráðið.
Áki Joensen, sum gongur í triðja flokki í Hoydølum, og sum situr í koyristóli vann finaluumfarið og streyk avstað við gullmerkinum. Nummar tvey gjørdist Jógvan Telling, nummar trý gjørdist Marius Johansen, og nummar fýra varð Sámal Jacobsen. At Áki sigraði henda dagin er eitt stórt bragd, tí hann hevur eitt brek, ið er væl størri enn hjá mótstøðumonnunum.
Hjørdis gjørdist unglingameistari
Hjørdis, sum er ættað úr Klaksvík, gjørdist fyrsti unglingameistari í søgu sersambandsins. Hjørdist leikti stak væl henda dagin, hon var støðug, vann fýra dystir, leikti ein javnan og tapti ein dyst. Henni á baki var Jan Dávur úr Kollafirði. Og nummar trý varð heldur óvæntað stóri favoritturin Dánial Jákup av Strondum, sum hevur sjáldsama góð evni sum boccialeikari.
Uttanlands at royna seg í bocciaspælinum
Føroyska landsliðið fyri rørslutarnað fer síðst í mai mánaða til Malmø at dystast í NM-kappingini. Føroyingar hava áður staðið seg avbera væl í hesi kapping. Tá ið kappast var um NM-heitið í Íslandi fyri tveimum árum síðan, fingu føroyingar tveir norðurlandameistarar. Àki Joensen og Jógvan Telling komu báðir aftur til landið, við gullmerkjum um hálsin.
Føroyska landsliðið fyri menningartarnað skal í september vera við í Danish Open, sum verður í Struer á Jútlandi.
Búnaðardepilin og Føroya Lívstrygging stuðlaðu tiltakinum.