Oddagrein·Óheppin í orðavali

Nú um dagarnar varð orðaskifti á tingi um ymisk mál, sum viðvíkja útheiminum, eitt nú um at nokta fyri samhandli við ávís lond í Afrika.


Tað var undir hesum orðaskiftinum, at tingmaðurin Jógvan við Keldu var heldur óheppin í sínum orðavali. Hann vísti á, at tað var m.a. partamanni sínum Óla Breckmann og ávísum fø.royskum vinnulívsmonnum fyri at takka, at apartheid varð avtikið í Suðurafrika ella í hvussu er høvdu hesir menn gjørt sítt til at mótvirka hesi skipan.

Søgan er júst tann øvugta. Tað var Óli Breckmann, sum fólkatingsmaður og løgtingsmaður eggjaði føroyskum vinnulivsmonnum at taka upp fiskivinnusamstarv við myndugleikarnar í Namiba, ið tá var hjáland hjá tí apartheidstýrda Suðurafrika. Hetta hendi um somu tíð, sum stórur partur av heiminum boykottaði sama stýrið. Her gingu m.a. Norðurlond á odda og var allur samhandil við Suðurafrika bannaður av stjórnunum. Hetta var eisini í tráð við ynskið hjá ST, sum fordømdi hvíta minnulutastýrið í Suðurafrika og stuðulaði sanktiónspolitikkinum. Hann var í tráð við ynskini hjá teimum svørtu við Nelson Mandela á odda. Tað skuldi so eisini vísa seg, at altjóða trýstið móti og boykottið av apartheidstýrinum vóru við til at fella hetta sama stýrið.

Bara í Føroyum og onkrum eystureuropeiskum londum vóru fólk, sum ikki vildu góðtaka umrødda boykott. Tey boykottaðu sanktónirnar, sum skuldu fáa apartheid avtikið. Og her var tað táverandi fólkatingsmaðurin og løgtingsmaðurin Óli Breckmann, sum stóð á odda við at gera avtalur við apartheidmynduleikarnar í syðra parti av Afrika. Tað má tí milt sagt sigast at vera eitt óheppið orðaval, tá Jógvan við Keldu á tingsins røðarapalli lovprísar sama persóni fyri at hava virkað ímóti apartheidstýrinum. Tað er at umskriva søguna ella at vera stuttmintur.

Helst má tingmaðurin hava verið mismaltur. Tað vísti seg eisini, at Óli Breckmann sjálvur hevði ikki hug at taka orðið í orðaskiftinum eftir at hava verið róstur av partamanninum fyri at hava verið millum heitastu mótstøðumenn móti apartheid. Tað man hava kenst honum illa at hava fingið slíkt skoðsmál, tá allur heimurin veit, at nettupp sami ÓB var ein av teimum ídnastu til seta kíla í felags og solidariska boykottpolitikkin móti hvíta apartheidstýrinum.

Tað er eingin orsøk til at grava í hesum gomlu syndum, tí tað er gjørt oftani áður. Men tá ein fólkaflokstingmaður sjálvur tekur málið upp og broytir søguna, so má talast at.

Sosialurin