Tjaldur verð vælkomi

Sunnudagin var Grækarismessuhald kring meginpartin av landinum. Í Havn var, sum siður er, Grækarismessuhald á Tinghúsvøllinum

Grækarismessa

Kalt og eitt lítið lot var, men hetta gjørdi ikki, at fólk settust aftur. Veðrið var rættiliga gott, og longu tá tú komst oman ímóti Steinatúni fekst tú varhuga av, at her var okkurt á vási. Nógv fólk leitaðu sær oman eftir gongugøtuni. Familjur við barnavognum, pør, ung sum gomul, ja eisini onkur hissini hundurin var sloppin við oman á Vaglið har árliga Grækarismessuhaldið skuldi vera.
 Á gongugøtuni seldu skótar bollar og høvdu tombola. Prátið gekk hugaliga, og fólk savnaðust á hvør síni síðu á gøtuni. Pláss skuldi jú vera fyri teimum, sum ganga skrúðgongu. Tá klokkan var farin eitt sindur av 15, hoyrdust fyrsti trummuslátturin. Bumm, bumm, bumm! Og lítla løtu seinni sást tú, hvat var á vási. Ein lang skrúðgonga, við nøkrum skótum á odda við Merkinum uppi í loft kom gangandi oman eftir gongugøtuni. Síðani kom hornorkestrið, sum spældi tónleik, og síðani aftur ein longri røð av skótum. Gulir, grønir og bláir.
 Tá skrúðgongan var komin uppá pláss spældi hornorkestrið Tjaldur verð vælkomið og síðani flutti Ditlev Róin úr Fuglafirði fram røðu.



Várið er í hondum



Eyðkenni fyri røðuna hjá Ditlevi var, at várið er í hondum: 
- Sólin er farin at hækka, og er í flestu búðplássum komin upp um lægru tindarnar. Fólk munnu kenna færran av hita innanveggja, tá hon smoyggir sær inn ígjgønum gluggarnar á lágættarsíðunum. Dagarnir togna, og fuglarnir fjølgast í okkara vøkru og stórbæru náttúru, segði fuglfirðingurin millum annað. 
 Eisini heldur Ditlev Róin, at vit føroyingar hava eina skyldu ímóti tjóðfugli okkara. Vit eiga at syrgja fyri, at tjaldrið ikki fløkist upp í lesull og ferst á tann hátt.
 - Tá tjaldrið eins og allur annar fuglur vitjar aftur regluliga og stundisliga, er tað tá okkara skylda, at taka væl ímóti og lívga um lívstreytir teirra, har vit megna.
 Talan fekk eisini sín enda, og tá hon var liðug, spældi hornorkestrið fyrsta ørindi av tjóðsanginum, meðan fjøldin tók so hjartaliga undir.
 Sangur og talur endaðu, og fjøldin byrjaði so smátt at spjaðast. Kuldin gjørdi, at ikki var so hugaligt at standa stillur ov leingi, men okkurt prátið hevur tú altíð stundir til. Gongugøtan tømdist, og skjótt sást ikki, at havnafólk saman við skótum høvdu fagnað tjaldrinum vælkomnum.