Jákup Zahle

Minningarorð


Tú fylgdi mær væl mína reystastu tíð,
um lagnan var hørð, ella leiðin var blíð,
um neyð ella sorg inn at hjarta mær gekk,
tá linna og troyst altíð frá tær eg fekk.

Sjálvur valdi tú sálmarnar, vit skuldu syngja henda tunga dagin, fríggjadagin 8. februar í 2002, tá ið tann syrgjandi mannfjøldin og tín stóri vinaskari fylgdi tær til tína dýggjvátu grøv.
Svárt var at fylgja tær ta seinastu tíðina og vita, hvussu tú viknaði dag frá degi. At vita frá tínum næstu, at dagamunur sást á tær. Svárt var at vitja teg jóladag og hoyra tína áður so djúpu, sterku, nú deyðamerktu rødd græla við ynskinum um eini gleðilig jól. Svárt var saman við tær at staðfesta okkara ómegd, tá ið boðini eru eftir okkum. Tyngst var at hoyra teg biðja farvæl við ynskinum um, at vit sóust aftur, áðrenn tú fórt hiðan.
Fjálgt er at minnast tann dagin fyri meira enn tríati árum síðan, tá ið vit báðir hittust fyrstu ferð. Hvussu tú alt fyri eitt geislaði tína íbornu mensku frá tær við tíni so sera dámligu medferð. Hesin dagur var hornasteinurin, tá ið vit báðir gjørdust vinmenn. Nakað seinni ringdi Jens Pauli Heinesen til mín og spurdi, um eg dugdi at spæla sjónleik. Tað var ikki gott at vita, tí eg hevði ongantíð roynt tað fyrr, men tað hevði tú. Og tú lærdi meg, hvussu eg skuldi bera meg at við mínum leikluti í sjónleikinum hjá Jens Paula, »Uppi í eini eikilund«.
Eg var hugtikin, Jákup. Hugtikin av tínum ríku gávum og sjáldsama gamanslyndi. Vit ferðaðust saman her á landi við leikinum. Vit fóru heilt til Reykjavíkar við hesum fyrsta føroyska leiki, ið varð spældur uttanlands.
Eg var hugtikin, Jákup. Hugtikin av at sanna ferð eftir ferð, at tú altíð vart so reiðiligur. At tað altíð bar til at kenna tín vinskap í gaman og álvara.
Vit hava mist teg Jákup, men títt lyndi liggur eftir hjá okkum øllum, ið kendu teg og vóru góð við teg, soleiðis sum tú eisini vart góður við okkum.

Blóman er yndislig at sjá,
virkar sær tó ongan klædnatráð;
og móti klæðum, sum hon ber,
drotningabúni følin er.
Guð havi lov.

Ærað veri minnið um teg, Jákup Sáli.

Sonne Smith