var ein góður túrur, sum var lættur at ganga, sigur Hans Jørgensen. Vit vóru burturi í einar tveir tímar, og aftaná fóru vit oman til Æðuvíkar, har ein máltíð var at fáa á støðni, sigur hann. Klokkan 18 [...] til dans til tann ljósa morgun. Hetta er fimta ferðin, at Javnaðarflokkurin skipar fyri summarstevnu. Hans Jørgensen sigur, at næstu ferð ætla tey at hava stevnuna fyrr um várið, tí tað er so nógv, sum fellur [...] Hvussu verður næsta ár dugir hann tó ikki at siga, tí tað veldst um, nær løgtingsvalið verður ? og tað verður í seinasta lagi 30. apríl, so tað kann vera, at onkur stevna verður í tí sambandinum. Fyrsta
flogfarið hevur valt bert at flúgva einaferð um vikuna millum Vágar og Bretska høvuðsstaðin í summar. Hetta merkir, at tú ert noyddur at vera eina heila viku í London, um tú ætlar tær at flúgva beinleiðis aftur [...] Atlantsflog, ásannar, at tað kann vera ein vansi serliga fyri fólk, ið ferðast í arbeiðsørindum, at felagið bert flýgur hesa rutuna einaferð um vikuna. Men samstundis vísir hann á, at hetta er ein fínur møguleiki [...] tey, ið hava hug at ferðast í eina viku í bretska høvuðsstaðnum. Eisini vísir marknaðarleiðarin á, at um tað er avgerandi neyðugt at sleppa heim til Føroya innan eina viku, ber til at koma heim umvegis
litum. Hola er kanska at gera ov lítið burtur úr, tí inngongdirnar vóru skrýddar við gulli ella »look alike«. Einar tríggjar vikur gingu við at byggja ,og so ein dagin fekk eg at vita, at nú var liðugt Eg slepti [...] Tað eru svartir mercedis við fløggum. At enda kom kongurin so saman við sínum primierministara. Drotningin var ikki við. Eg fekk at vita, at tað var helst tí, at hon hevði mánasjúkuna. Tá konur hava m [...] slangugudin og er eisini fleiri hundrað ára gamal. Óndar tungur vilja vera við, at hatta er eitt kopi, og at orginalurin skuldi vera seldur til okkurt fornminnisavn í Onglandi. Síðani fór kongurin saman
hetta slagið av vøllum at vera somikið stórt, at teir í løtuni kanna, um tað kann lata seg gera at góðkenna hesar til altjóða nýtslu. Eisini aðrastaðni Nú arbeiðið í Gøtu er um at vera liðugt, eru tey eisini [...] nýggja undirlagið. Sagt verður, at hetta í nógv størri mun líkist grasi. Bólturin ferðast spakuligari, liggur at kalla oman á stráunum, og alt í alt tykjast eginleikarnir at vera nógv náttúrligari enn á gamla [...] arbeitt hevur verið við at skifta graslíkið, sum nú var vorðið 13 ára gamalt. Tá vøllurin varð lagdur, varð sagt, at roknast kundi við einari livitíð upp á 10 ár, so sigast kann, at gamla graslíkið, har m
sum hava tilknýti til Tjørnuvíkar, fara at luttaka. Onkur fer at siga frá, hvussu tað var og er at vera tjørnuvíkingur. Felagssangur verður, og prestur fer at siga nøkur orð. Og sjálvandi verður Kingo [...] innilokað og gjørt klárt soleiðis, at eitt nú neyðsynjarútgerð kann goymast í tí. So er tað fjallfólkið, sum fer at nýta tað. Men tað skal gerast soleiðis, at til ber at liggja nátt í tí. Tí hugsað er eisini [...] eisini um, sigur Jens Jensen, at tað skal kunnal leigast út til ferðavinnuna. Jens Jensen sigur, at húsið væntandi fer at kosta einar 450.000,- krónur. Teir hava roynt at fíggjað tað við sponsorpengum og
Eg fór at hugsa um tað at vera vilstur. Ikki tað, at tú ikki finnur fram frá einum stað til eitt annað, men at tú altíð ferðast og ikki veitst, hvar tú ert og hvar tú fert. Tað var hetta, eg fór at royna [...] royna at fáa fram í málningarnar. Og eg brúkti eitt heilt ár til at kanna ymisk ástøði um júst hetta her ,og at menna málningarnar á hendan hátt. Rannvá greiðir frá, at hetta gjørdi, at hon fór at mála fólk [...] báðum próvtøkumálningunum hjá Rannvá, at hann beinan vegin heitti á hana um at mála tveir málningar til felagið. Hesa uppgávuna fer Rannvá í gongd við nú beinan vegin. Oman á tað heila, skal Rannvá eisini mála
frá teirri tíðini er, at myndugleikarnir hava ikki lurtað eftir skúlanum. Tí hevði eg væntað, at tað fór ikki at endurtaka seg. Tað má vera øllum greitt, at tá ið als einki er at geva út av fíggjarliga [...] til tess at fáa endarnar at røkka saman. Sama hvat ið skúlin hevur sagt (tá varð ikki altíð alt niðurskrivað), ella skrivað, so hevur ikki borið til at fáa eina játtan,sum gav líkinda vón um at fáa tað [...] nýtti stóran part av síni tíð á hvørjum ári at leita eftir skerjing oman á skerjing, og tí kom at taka á seg so nógv arbeiði, at tað mátti síggjast aftur í dygdini. Eingin dugir alt líka væl, heldur ikki
tilfar Tað gekk strilti at fáa nakað grundøki, greiðir Ditlev Róin frá. Men tað eydnaðist so at enda at sleppa at endurreisa húsini mitt í Fulgafirði. Roynt verður so vítt møguligt at brúka sama tilfarið, [...] Har til er at siga, at í Fuglafirði varð bygt upp í tey, eftir at tey vóru flutt úr Lamba. Eitt kamar varð bygt uppí, tá flutt varð norður á Høvda í 1885. Men tað tilfarið var so vánaligt, at tað kundi [...] Varmakeldu fara húsini at verða opin, so fólk sleppa at síggja, hvussu langt arbeiðið við ístandsetanini er komið. Tað standa eini fitt, lítil, avgomul timburhús í lívd av kirkjuni. Oman fyri standa eini størri
týdningin hevði tað helst, at eisini hugburður teirra var fullkomuliga umskipaður. Kropsliga tóktust teir at vera væl betri fyri enn mótstøðumenninir, og nú varð hetta nýtt til at seta seg fullkomuliga á [...] Byrjan teirra var bragdlig, og hóast KÍ royndi at muta ímóti, so var spælið alt fyri eitt trýst oman móti KÍ málinum. Serstakliga lá væl fyri hjá ÍF at gera sær dælt av vengrunum, sum ferð eftir ferð [...] sendi hann framvið málverjanum til Gunnleif Biskipstøð, sum hevði at kalla opið mál. Løtu seinni endaði eitt at kalla identiskt KÍ álop við, at Hjalgrím enn einaferð gjørdist leysur í vinstru. Hesa ferð skeyt
tvey lið, sum at síggja til skuldu verið rættiliga jøvn, so var helst einki at ivast í, at B36 átti leiklutin sum favorittar. Síðani teir í fjórða umfarinum taptu fyri GÍ, hevur pílurin at kalla bert peiggja [...] byrjan av dystinum greitt, at tað fyrst og fremst var verjuparturin, sum vágbingar vildu hava at rigga. Fyri at tippa eitt hitt vandamesta álopsvápnið hjá B36 var Marek Vierzbicki at síggja aftarliga á vøllinum [...] á Lakjuni. Hetta viðførdi tó, at saknur var í Marek á miðvøllinum, tí hann í ov lítlan mun slapp at taka lut í framrættað spælinum hjá VB. Úrslitið av øllum hesum varð, at teir báðir, Robert og Birgir,