Ferðavinna
Teir væl umtóktu Stakkstúrarnir hjá tjørnuvíkingum verða nú aftur gjørdir. Í ár verða tveir túrar. Tan fyrri verður 1. juni, og tann seinni verður 22. juli. Lýst verður í bløðunum, hvussu verður.
Jens Jensen í Tjørnuvík sigur við Sosialin, at túrarnir verða altíð lagdir sunnudag. Tað kemst stutt og greitt av, sigur hann, at tað er einasti dagur í vikuni, tað ber til at savna tað fólk, sum brúk er fyri. Og ein slíkan dag er hvørt menniskja í Tjørnuvik upptikið, umframt onnur, sum koma til bygdar at hjálpa til, sigur hann.
Fólk, sum á ei hvønn hátt kenna seg hava tilknýti til bygdina, plaga eisini ofta at koma við, tá soleiðis er.
Konufólkini plaga at standa fyri matgerðini í Bygdarhúsinum. Tað er vanligt, at tá komið verður aftur úr Stakkinum, fæst ein drekkamunnur við smurdum breyði í Bygdarhúsinum.
Menninir eru vanliga við í Stakkinum. Sum ferðaleiðarar, tí tað krevst kent fólk til tað, ella sum sleiparar, tá rennistrongurin er í brúki. Kassin verður drigin við handakraft. Ein long lína verður løgd oman eftir Stakkinum, og so renna teir undan brekkuni við henni, meðan vognurin fer um Sundið.
Nú fleygatíðin nærkast, eru menn farnir at hyggja eftir, hvussu til stendur við fugli í ár. Og sum skilst á tjørnuvíkingum, halda teir, at tað er ikki so heilt galið.
Ein trýmannanevnd stýrir Stakkinum, og tað er gjøgnum hana, fleygaloyvini skulu fáast. Men felygingin í Stakkinum er tætt tengd at ættini. Landnyrðingur ella útsynningur skal tað vera, siga tjørnuvíkingar, um fáast skal nakað at týdningi burtur úr fleyging í Stakkinum.
Húsini
Teir hava hjálpt upp á húsið í Stakkinum í vár. Wc er sett upp, rørleiðing er løgd út á sjógv, og ein plattur stoyptur rundan um húsið, so ferðafólkini, sum koma út, kunnu standa væl á honum og njóta útsýnið og tað, sum annars verður borðreitt við har úti. Tí tað er nevniliga ikki bara í Bygdarhúsinum, at okkurt fæst undir tonnina, tá soleiðis er.
Eitt annað hús er eisini í gerð í Tjørnuvík um dagarnar. Tað er eitt hús, sum skal setast upp í Sjeyndum.
Hetta húsið er nakað størri enn Stakkshúsið, sigur Jens Jensen. Tilfarið er komið til Tjørnuvíkar og verður fyrst sett saman har. Síðan verður húsið tikið niðuraftur, flutt norður í Sjeyndir og sett upp aftur har.
Tað hevur, so vítt fólk veit, ikki verið hús í Sjeyndum fyrr, sigur Jens Jensen. Tó er staðarnavn har norðuri, sum nevnt verður á Skálanum, og tað fær onkran at ivast, um ikki okkurt einaferð langt afturi í tíðini hevur staðið har.
Húsið, sum nú verður sett upp, fer at standa beint við rættina, og er kanska eina mest ætlað fjallfólkinum.
Men tað verður kortini tókt til onnur endamál, um áhugi er fyri tí, sigur Jens Jensen.
Húsið verður í fyrstu syftu innilokað og gjørt klárt soleiðis, at eitt nú neyðsynjarútgerð kann goymast í tí. So er tað fjallfólkið, sum fer at nýta tað. Men tað skal gerast soleiðis, at til ber at liggja nátt í tí. Tí hugsað er eisini um, sigur Jens Jensen, at tað skal kunnal leigast út til ferðavinnuna.
Jens Jensen sigur, at húsið væntandi fer at kosta einar 450.000,- krónur. Teir hava roynt at fíggjað tað við sponsorpengum og umsóknum, og tað hevur gingið rímiliga væl, sigur hann. Higartil munnu eina 380.000,- krónur vera komnar í tann kassan, metir hann.
Kvøldseta
Tjørnuvík er vøkur og væl hildin bygd. Hon varð í ár nummar trý, tá best røkta bygd í landinum varð vald herfyri. Í tí sambandi verður skipað fyri eini lokalari kvøldsetu mánakvøldið.
Kvøldsetan verður skipað sum eitt mentanarligt tiltak, har fólk, sum hava tilknýti til Tjørnuvíkar, fara at luttaka. Onkur fer at siga frá, hvussu tað var og er at vera tjørnuvíkingur.
Felagssangur verður, og prestur fer at siga nøkur orð. Og sjálvandi verður Kingo ikki gloymdur á lokalari kvøldsetu í Tjørnuvík, hóast hann ikki er tjørnuvíkingur sum so. Teir hava tó roynt at fingið hann at vera eitt sindur av tjørnuvíkingi og eru helst teir einastu, sum halda hann reiðiliga við heiður og æru.
So kvøldsetan í Tjørnuvík mánakvøldið man fara at enda við einum Kingoørindi ella so, sigur Jens Jensen at enda.