Nepal
Seinasti ferðina kongurin av Nepal, Kong Birendra Bir Bikram Shah Dev, vísti seg alment var fríggjadagin seinnapartin tann 24. mai 2001. Eg var so heppin at sleppa at sita á fyrstu røð og hyggja at.
Ná, latum okkum byrja við byrjanini.
Kona mín, Torgunn Kragesteen, og eg komu til Nepal í byrjani av mars mánaði. Tað hevði verið turkur so leingi, at elfelagið her hevði verið noytt til, at býta streymin millum býarpartarnar her í høvuðsstaðnum, Kathmandu. Tað passaði seg so væl, at tá eg fór til arbeiðis, tóku teir streymin í tí býarpartinum, og tá ið eg kom til hús, tóku teir streymin har. Næstan alt ravnmagnið verður framleitt av vatni. Teir hava ongar byrgingar, men nýta áirnar.
Ein dagin midskeiðis í apríl, tá eg var á veg til hús, stóð ein stórur trævognur vid vegjaðaranum. Hjólini hava verið um 2 m til 2,3 m í tvørmát, og sjálvur vognurin, sum var fýrakantaður, einar 5 x 5 metrar. Oman á hesum akfari var so bygt ein rundur træskrokkur til eitt torn, ið var um 10 metrar høgt.
Hetta var tað heilaga templið, har regngudurin, tann reyði Machhendranath, skuldi vísast fram. Gudurin stendur fyri regni og trivnaði. Tað fasta templið, har hann heldur til, liggur í tí elsta býarpartinum í Kathmandu, og templið er frá 1673.
Dagarnir gingu, og fólk arbeidu dúgliga uppá at klæða hendan skrokkin við alskyns greinum, tó var tað mesta eitt slag av granni. Niðast var ein lítil hola, har prestarnir hildu til.
Tornið var skrýtt við bondum í øllum litum. Hola er kanska at gera ov lítið burtur úr, tí inngongdirnar vóru skrýddar við gulli ella »look alike«.
Einar tríggjar vikur gingu við at byggja ,og so ein dagin fekk eg at vita, at nú var liðugt
Eg slepti mær frá arbeiðinum kl. 17.00 og skundaði mær niðan at hyggja, hvat fór fram.
Tað var sum á ólasøku. Gøtan var so stústappað av fólki at illa vær framkomandi. Fólk hingu í hvørjum glugga og stóðu á hvørjari tekju. (Tekjurnar her eru allar slættar). Har var trummutónleikur, floytutónleikur og klokkuljómur at hoyra.
Fyri framman á torninum vóru íbundnir tjúkkir togendar at draga við. Uppi í holuni sótu prestarnir og fleiri hjálparfólk sóust uppi í torninum.
So fóru teir at draga. Mannamúgvan legði taktina, og gangurin var óførur. Eini 30?40 mans drógu, og hópin av hjálparfólki skumpaði. Tornið varð rullað einar 50 metrar, og so varð hvílt.
Eg taldi ikki, hvussu ofta teir høvdu hvílt seg, áðrenn toran fór at ganga. Tað kom tó einki regn tann dagin, men toran gekk dúgliga alla náttina.
Tornið var nú drigið runt til fimm ymisk tempul og skuldi standa fimm dagar við hvørjum templi. At enda var tað so drigið niðan á Dubar Square tætt við ta gomlu kongaíbúðina ? ella templið. Har var tað stóra hátíðarhaldið hildið.
Hátíðarhaldi fór fram fríggjadagin tann 24. mai um 18 tíðina.
Aftur hendan dagin skundaði eg mær frá skrivstovuni niðan at hyggja.
Tá ið eg kom niðan á plássið, har alt skuldi fara fram, síggi eg tvey torn. Tað stóra við holuni og eitt minni. Eg skilti ikki frágreiðingina, hví hetta tornið eisini var har.
Tað var longu komið fitt av fólki, løgreglumenn, hermenn og ikki minst skótar. Tað síðsta undraði meg eitt sindur, tí eg trúði ikki, at budistar og hinduar høvdu skótar.
Eftir sum eg var í góðari tíð, trokaði eg meg fram til tað teltið, teir høvdu riggað til hesa høgtiðina.
Aftan á at hava fortalt, hvør eg var, og at eg eisini hevði verið skóti í Danmark og í Føroyum, bleiv eg, aftan á at nakrar myndir vóru tiknar av Nepalesiskum skótaleiðarum og mær, førdur yvir til skótaovastan. Hann var blíður og dugdi væl at greiða frá.
Tað vísti seg, at danskir skótar høvdu sponsorerað eitt nýtt skótahús har nærhendis, so vælvildin yvir fyri mær, sum hevði verði danskur skóti, var stórur.
Maktelitan her er ikki so stór, øll kenna hvønn annan, so eitt tvey trý so hevði skótaovastin tosa við tann ovasta fyri løgregluni, og so var eg førdur fram til tað plássið, ið hevði best útsýni.
Kl. 18.00 komu so ministarabilarnir koyrandi. Tað eru svartir mercedis við fløggum. At enda kom kongurin so saman við sínum primierministara. Drotningin var ikki við. Eg fekk at vita, at tað var helst tí, at hon hevði mánasjúkuna. Tá konur hava mánasjúkuna, eru tær óreinar og mugu tí ikki nærkast nøkrum heilgidómi.
Kongurin og ministarnir settust eina stutta løtu á ein sess í einum opnum bygningi, har teir fingu ein reypan plett (Tikka) í pannuna frá prestum. Hesin pletturin er ein signing, sum merkir eydnu og lukku.
Aftan á hetta vælsignilsið fer kongurin so fram til tað stóra tornið og verður vælsignaður av regngudinum. Ein prestur gongur høgra um tríggjar ferðir við einum vesti sum er seymaður við gulltráði og skrýddur við alskyns gimsteinum. Hesin vesturin hoyrir til slangugudin og er eisini fleiri hundrað ára gamal. Óndar tungur vilja vera við, at hatta er eitt kopi, og at orginalurin skuldi vera seldur til okkurt fornminnisavn í Onglandi.
Síðani fór kongurin saman við øllum ministarinum ein túr rundan um tað lítla torni inn í bilin og so avstað.
Hetta vær síðstu fer, at almeningurin sá Kongin.
Eg hevði á orði við skótaovastan, at eg ikki helt tryggleikan rundan um kongin verða serliga stóran.
? Fólkið elskar hann, so tað er ikki neyðugt, var svarið, eg fekk.
Knappliga rakti eg við eina kongalig gudagentu, Kamari, sum er tann livandi gudindan í Kathmandu. Hon er ein reinkarnatión av jómfrúgudindini. Einar tríggjar fýra feilfríar smágentur verða kannaðar, um tær nú eru reinkarnatiónin av jómfrúgudinduni. Tær skula ígjøgnum 32 royndir, har tann seinasta er, at tey skulu kunna útpeika klæðini hjá tí fyrrverandi gudindini millum nógv klædnapløgg, ið eru eins.
Tann útvalda flytur inn í eitt tempul og sleppur bert út í serliga heilaðum ørindum, sum hendan dagin.
Hon má ikki ganga á jørðini, so framman fyri henna verða lagdar blómur á vegin. Vanliga verður hon borin í einari stásiligum lítlum gullhúsi.
Hon er bert gudinda so leingi hon ikki bløðir, so um hon fær eitt sár ella fær mánasjúkuna, so er hon órein og er ikki gudinda longur.
Tá gudatíðin hjá henni endar, fær hon nógvar gávur og verður sum øll onnur. Tó má hon ikki fara aftur til heimbygd sína, tí tað førir vanlukku við sær.
Leygardagin tann 1. juni bleiv so kongurin og meginparturin av kongafamiljuni myrd.
Tað hevur regnað av og á, síðan fyrsta toran gekk, so nú hava vit streym næstan 24 tímar um samdøgnið. Tað er ikki vatntrot, ið er orsøk til streymslit nú.