Vøllurin í Gøtu er klárur

Nýggja graslíkið í Gøtu verður tikið alment í nýtslu komandi mikudag

 

Graslíki


Nøkur ár eru nú liðin, síðani fyrstu graslíkisvøllirnir vórðu lagdir í Føroyum, og kring landið er nú spakuliga komið gongd á arbeiðið at skifta hesar. Tað er jú soleiðis, at vøllirnir ikki hava óavmarkaða livitíð, og millum annað eru vøllirnir í bæði Klaksvík og Havn skiftir út.


Gingið skjótt

Seinastu góðu vikuna hava týskarar verið í Gøtu, har arbeitt hevur verið við at skifta graslíkið, sum nú var vorðið 13 ára gamalt. Tá vøllurin varð lagdur, varð sagt, at roknast kundi við einari livitíð upp á 10 ár, so sigast kann, at gamla graslíkið, har m.a. fýra føroyameistaraheitið eru vunnin til bygdina, hevur tænt fyri seg. Roknað verður annars við, at nýggi vøllurin hevur eina livitíð upp á 15 ár.

Svenn Olsen, formaður í GÍ, sigur, at arbeiðið við at skifta vøllin hevur gingið upp á stást. Hóast tveir dagar eru dotnir burtur ímillum, orsakað av regni, hevur arbeiðið gingið bæði skjótt og væl, og eftir átta arbeiðsdøgum er at kalla leyst og liðugt. Hósmorgunin vóru onkrir smávegis snøklar eftir, men roknað verður við, at dysturin hjá 2. deild móti HB kann avgreiðast uttan trupulleikar leygardagin.

Almenn verður vøllurin tó ikki tikin í nýtslu fyrr enn komandi mikudag, tá útsetti dysturin millum GÍ og B68 í 1. deild er á skránni. Svenn sigur við Sosialin, at allar helst verður okkurt smávegis gjørt burturúr, men at hann ikki rættiliga veit, hvat hetta fer at verða.


Væl nøgdir

Leikararnir hjá GÍ hava longu vant tvær ferðir á vøllinum, og sum skilst eru menn sera væl nøgdir um nýggja undirlagið. Sagt verður, at hetta í nógv størri mun líkist grasi. Bólturin ferðast spakuligari, liggur at kalla oman á stráunum, og alt í alt tykjast eginleikarnir at vera nógv náttúrligari enn á gamla vøllinum.

Talan er eisini um eitt nýtt slag av vølli. Sonevndir 3. ættarliðsvøllur, sum í løtuni verða royndir ymsa staðni í Europa. Í UEFA tykist nøgdsemið um hetta slagið av vøllum at vera somikið stórt, at teir í løtuni kanna, um tað kann lata seg gera at góðkenna hesar til altjóða nýtslu.


Eisini aðrastaðni

Nú arbeiðið í Gøtu er um at vera liðugt, eru tey eisini farin í holt við at skifta graslíkið í Runavík.

Arbeiðið her er kanska nakað størri, tí áðrenn sjálvt graslíkið kann skræðast av, skulu tey 300 tonsini av sandi, sum eru á vøllinum súgvast av. Tá vit hósmorgunin fregnaðust í Runavík frættist, at umleið helmingurin av sandinum var sogin upp, og at nakað av graslíkinum somuleiðis var tikið.

Fremsta mansliðið´hjá runavíkingum skuldi eftir ætlan spælt heimadyst móti B71 komandi sunnudag, men orsakað av arbeiðinum á vøllinum, verður hesin dystur ístaðin leiktur á Sandi.

Sum nevnt omanfyri, so hava klaksvíkingar longu skift sín vøll einaferð, men eisini har skal nýggja slagið av graslíki leggjast á. Orsøkin til hetta eru trupulleikarnir, sum eru við verandi vølli, tá nógv regn er. Býráðið í Klaksvík togaðist leingi við veitaran av vøllinum um at fáa endurgjald, og úrslitið varð ein semja, soleiðis at nýtt graslíki nú verður lagt á.

Arbeiðið við vøllin í Klaksvík fer væntandi fram í summarsteðginum.