Fótbóltur
Sunnudagin var aftur eitt slag av toppdysti í Gundadali, tá næst- og triðfremsta liðið i landskappingini hjá monnum hittust. Stríðið stóð sjálvandi fyrst og fremst um, hvat av liðunum framyvir skal elta gøtumenn, sum higartil hava verið fullkomuliga einaráðandi.
Tvey lið í viðgongd
Hóast talan soleiðis var um tvey lið, sum at síggja til skuldu verið rættiliga jøvn, so var helst einki at ivast í, at B36 átti leiklutin sum favorittar. Síðani teir í fjórða umfarinum taptu fyri GÍ, hevur pílurin at kalla bert peiggja uppeftir, og í fleiri av sigrunum, sum liðið hevur vunnið, hevur talan verið um rættiligan sjampanjufótbólt.
Hinvegin kundi heldur ikki síggjast burtur frá teirri sannroynd, at vágbingar eru verjandi meistarar, og hóast nøkur tap tíðliga á árinum góvu nakrar skeinur, so hava úrslitini peikað rættan vegin aftur í seinastuni.
Uppskriftin hjá meistarunum hevur í flestu førum verið ein vælvirkandi verja, har mótstøðuliðini at kalla einki pláss fáa, og so ein álopspartur, sum í stóran mun er bygdur á dygdirnar hjá teimum báðum pólverjunum, Krzystof og Robert umframt máltevinum hjá Birgiri Jørgensen.
Trýst á VB
Tað tóktist eisini frá byrjan av dystinum greitt, at tað fyrst og fremst var verjuparturin, sum vágbingar vildu hava at rigga. Fyri at tippa eitt hitt vandamesta álopsvápnið hjá B36 var Marek Vierzbicki at síggja aftarliga á vøllinum, har hann ansaði Heðini á Lakjuni.
Hetta viðførdi tó, at saknur var í Marek á miðvøllinum, tí hann í ov lítlan mun slapp at taka lut í framrættað spælinum hjá VB. Úrslitið av øllum hesum varð, at teir báðir, Robert og Birgir, sum spældu á toppinum, høvdu sera lítið at arbeiða við. Á miðvøllinum vórðu Krzystof og Tórður Holm sera væl ansaðir. B36 miðvøllurin royndi at leggja trýstið ovarliga á vøllinum, og til samans gjørdi hetta, at spælið fyri tað mesta gekk fyri seg uppi á VB hálvuni.
Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn B36 so spakuliga fór at hótt VB málið. Veruligar málmøguleikar varð talan tó ikki um, men fleiri góðar skotroyndir vóru, eins og tað í fleiri førum bert var seinasta sendingin, sum restaði í, fyri at menn gjørdust leysir við málverjanum.
Skrædnaði
Royndirnar á VB málið gjørdust alsamt næskari, og tað tóktist greitt, at fyrr ella seinni fór at ganga galið hjá gestunum, og innan tveir minuttir í fyrra hálvleiki fekk B36 vekslað yvirvágina á vøllinum til mál. B36 uppspæl eftir miðásini endaði brádliga við, at Jens Kristian Hansen stóð púra leysur í brotsteiginum. Skot hansara var tó ikki nóg neyvt til at fara í meskarnar, men tá Bjarni Johansen ikki fekk hildið, var Jákup á Borg fyrstur á returinum.
Løtu seinni var Jákup aftur upp á spæl. Jens Kristian Hansen hevði bóltin í vinstru, og millimetur neyvt legði hann bóltin inn um VB verjuna til Jákup á Borg. Jákup tamdi bóltin, sneiddi sær inn um verjuleikara og úr stuttari fjarstøðu smekkaði hann til uttan møguleika hjá Bjarna at verja fyri.
Málini styrktu sum vera man um sjálvsálitið á B36 liðnum. Var talan um eina leikliga yvirvág fyrsta korterið, so var hon tað ikki minni nú. Til tíðir tóktust vágbingar bert at vera statistar í B36 maskinuni, og tá Krzystof so eisini noyddist skaddur av vøllinum, sá rætt og slætt einki serligt út hjá vágbingum.
B36 miðvøllurin sat framhaldandi á øllum, og álopini meira ella minni skolaðu oman móti VB málinum. Fleiri ferðir gjørdist talan eisini um góðar møguleikar, og tá farið varð um hálva tíman, kom B36 aftur á talvuna. Jan Guttesen, ið sum vant var við í nógvum á miðvøllinum, setti ferð á. Komin oman móti VB brotsteiginum, sendi hann til John Petersen, sum dróg nakað, áðrenn hann spældi bóltin til Heðin, sum umvegis stólpan sendi bóltin í málið.
B36 fekk ein hvøkk
Í seinna hálvleiki helt B36 yvirvágin fram. VB hevði nærum einki sum helst at siga, og nakað væl meira enn ta einu ferðina vóru boð eftir VB verjuni. Jens Kristian Hansen sendi á stólpan úr stuttari fjarstøðu, og einar tvær ferðir hevði Bjarni framúrskarandi bjargingar, men tað tóktist bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn B36 fór at økja.
Í hinum endanum vóru vágbingar rárir gestir. Bert ta einu ferðina í fyrra hálvleiki hevði veruligur vandi verið á ferð, men Tróndur Vatnhamar bjargaði sera væl, tá Tórður royndi seg.
Burtur sæð frá hesum, so hevði VB als ikki hótt málið, men brádliga fingu teir eitt mál, mest sum burtur úr ongum. Eftir skjótt uppspæl í høgru varð bólturin sendir inn fyri B36 málið, og tá Arnbjørn drálaði var Birgir Jørgensen fyrstur á og sendi í kassan.
Hóast lítla hvøkkin, sum hetta máli ivaleyst gav B36, so tóktust vertirnir als ikki at taka ávaringina í álvara. Leikferðin varð sett niður. Teir hildu seg kanska hava gjørt nóg mikið, og trýstið, sum áður varð lagt á VB liðið, varð meira ella minni slept.
Hetta viðvirkaði sjálvandi eisini til, at umstøðurnar hjá VB batnaðu, og tað gingu heldur ikki nógvir minuttir, so høvdu teir minkað munin niður í eitt mál.
Aftur var tað Birgir, sum var upp á spæl. Hann var mest sum komin inn um B36 verjuna, og tá Arnbjørn so royndi at steðga honum, gjørdist úrslitið brotsspark til gestirnar. Eitt brotsspark sum Tórður Holm setti ósvikaliga trygt í netið.
Verjan helt
Restina av dystinum sluppu tey hjá heimaliðnum sostatt at nýta á pínubeinkinum. Eini vildi nú rigga hjá hvítu monnunum. Flytingarnar á miðvøllinum vóru at kalla ongar, so gongd fekst ongan tíð á spælið, sum gav so gott úrslit í seinna.
Tá vágbingar høvdu bóltin, gekk tað tó so toluligt at vinna hann aftur. Í øllum førum tá talan var um verjupartin. Miðvøllurin hekk framvegis ikki saman, og tað gjørdi ikki støðuna betri í so máta, at Klæmint Matras noyddist skaddur av vøllinum í seinna hálvleiki.
Sum nevnt, so var B36 framhaldandi toluliga væl skipað í verjupartinum, og tað var hóast alt eisini hetta, sum kortini bjargaði teimum sigurin í land. VB megnaði ikki at spæla seg fram til nakran veruligan málmøguleika eftir seinna málið, Teir høvdu tak á í verjuni, royndu at trýsta á miðvøllinum, men seinasta pettið til veruliga at seta seg ígjøgnum B36-verjuna riggaði ongantíð.
Fri B36 er tó einki at ivast í, at vandin fyri einum VB-máli alla tíðna lúrdi. Teir høvdu longu fingið tvey mál mest sum burtur úr ongum, og heimamenninir vóru tí ávaraðir um, at gesttirnir væl kundu gera onkran vørr afturat.
Tað gjørdist tó ikki til meira enn hóttanina, og tí kundu B36 draga andan lættari, tá dysturin var lokin. Teir staðfestu enn eina ferð støðuna sum einasti avbjóðarin hjá gøtumonnum, og eru nú seks stig undan triðja liðnum á stigatalvuni.
Hetta liðið eitur ikki longur VB. Vágbingar mistu hetta plássið eftir tapið, men longu komandi vikuskiftið hava teir aftur ein møguleika at vinna seg upp. Teir vitja tá vesturi í Vágunum, og tað er ein dystur, sum helst eigur at kasta trý stig av sær.
B36 tekur tá ímóti runavíkingum, og so leingi GÍ heldur á at vinna, eru treytirnar hjá B36 einfaldar undan hesum dystinum.
B36-VB 3-2 (3-0)
1-0: Jákup á Borg 14
2-0: Jákup á Borg 16
3-0: Heðin á Lakjuni 34
3-1: Birgir Jørgensen 60
3-2: Tórður Holm (br.) 70
Dómari: Niklas á Líðarenda (GÍ)
Mynd: Klæmint
Bæði liðini mistu hvør sín lyklaleikara í dystinum sunnudagin. Krzystof Popczynski noyddist av vølli longu um miðjan fyrra hálvleik, og í seinna hálvleiki varð Klæmint Matras borin av vøllinum. Missurin var tó helst størstur hjá vágbingum, tí við Krzystof mistu teir eisini stóran part av kreativitetinum á miðvøllinum