Atlantsflog spreiðir veingirnar

Leygardagin fór Atlantsflog fyrsta rututúrin til London. Í fyrstu altløgu er talan um ein følara fyri summarið. Men stjóri felagsins væntar at kunna byggja London-rutuna upp til eina fasta rutu tríggjar ferðir um vikuna longu næsta summar

 

Føroyingar hava á fyrsta sinni fingið flogsamband við bretska høvuðsstaðin, metropolin fyri sunnan, London.

 

Hetta hendi, tá Atlantsflog leygardagin fleyg sín fyrsta rututúr úr Vágum til Stansted flogvøllin beint uttan fyri London.

 

»Arm the slides, please!« Flogfarið koyrir spakuliga eftir breytini og skjótt hoyra vit eykendu heilsanina frá flogternuni í hátalaranum. Tó nakað nýtt at hoyra Hon nevnir London fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Tí er heilsanin hesaferð søgulig, hóast hon ljóðar sum tær vanligu:

 

»Vælkomin umborð á Atlantsflog á veg til London ? Stansted. Flogferðin er á leið tveir tímar. Alt handviðføri má verða lagt undir stólin framman fyri tygum ella í skápið uppi yvir tygum. Fartelefonir og allir ellutir við radiosendara mugu vera sløkt undir allari ferðini. Onnur elútgerð má ikki verða brúkt við fráferð og lending. Vit skulu gera vart við, at royking ikki er loyvd á túrinum, og bæði vesini eru úgjørd við eini roykávaringarskipan.«

 

Flogternan er ikki liðug enn. Nú skulu vit kunnast um trygdina ? bæði á føroyskum og enskum... Men eftir øll vanligu ritualini eru vit umsíðir á veg úr Føroym til metropolin, London, í beinleiðis rutu borin á føroyskum veingjum.

 

 

 

Signaðu leiðina

 

Áðrenn vit fóru umborð á flogfarið varð leiðin signað eftir góðum gomlum føroyskum siði. Hetta varð gjørt við, at Cantabile kórið sang gamla sálmin »Eg vil mínum Harra prísa« eftir boðum frá stjóranum fyri Atlantsflog, Magna Arge.

 

? Tað var gamalt, tá menn fóru til útróðarar ? og hetta er eitt slag av útróðri fyri Atlantsflog ? at teir prísaðu Harranum, áðrenn teir fóru. Vit hava Catabile kórið her at syngja fyri okkum, »Eg vil mínumHarra prísa«, segði Magni Arge.

 

Cantabile kórið var boðið við á ferðini fyri at geva eitt sindur av føroyskum íblástri til móttøkuna, sum skuldi vera á Stansted flogvøllinum. Og hetta var eitt gott val, tí starvsfólkini og tey innbodnu á bretska flogvøllinum vóru ógvuliga hugtikin av kórsanginum frá ungfólkunum í vøkrum føroyskum búnum.

 

 

 

Tríggjar ferðir næsta ár

 

Føroyska flogfarið hevur valt bert at flúgva einaferð um vikuna millum Vágar og Bretska høvuðsstaðin í summar. Hetta merkir, at tú ert noyddur at vera eina heila viku í London, um tú ætlar tær at flúgva beinleiðis aftur til Føroya. Orsøkin til hetta er, at felagið fyrst vil royna rutuna við hesum »følara«, sum Magni Arge kallar tað, áðrenn lagt verður til brots við fleiri fráferðum.

 

Men longu næsta ár kunnu vit vænta okkum størri týttleika á hesi rutu. Atlantsflog miðar nevniliga ímóti at byggja ferðasambandið við London upp so mikið skjótt, at felagið longu næsta summar flýgur tríggjar ferðir millum Vágar, Stansted og Vágar.

 

Og verður rutan væl móttikin, væntar Atlantsflog at kunna veita fast ferðasamband við London alt árið.

 

Kent Christensen, marknaðarleiðari hjá Atlantsflog, ásannar, at tað kann vera ein vansi serliga fyri fólk, ið ferðast í arbeiðsørindum, at felagið bert flýgur hesa rutuna einaferð um vikuna. Men samstundis vísir hann á, at hetta er ein fínur møguleiki fyri tey, ið hava hug at ferðast í eina viku í bretska høvuðsstaðnum.

 

Eisini vísir marknaðarleiðarin á, at um tað er avgerandi neyðugt at sleppa heim til Føroya innan eina viku, ber til at koma heim umvegis Skotland ella Danmark.

 

Men marknaðarleiðarin er samdur í pástandinum um, at leiðin fer at vera betri umtókt, tá títtleikin á fráferðum millum londini verður størri.

 

 

 

Skjótari enn Danmark

 

Flogferðin úr Vágum til Stansted tók tveir tímar og fýra minuttir við mótvindi meira enn heilmingin av ferðini og toruskýggjum oman fyri Stansted-flogvøllin. Ferðin til London er tí umleið hálvan tíma styttri, enn ein vanlig flogferð til Danmarkar.

 

Tískil er tað skjótari at koma úr Føroyum til lívliga bretska høvuðsstaðin, ið er meira at meta sum ein heil tjóð, heldur enn ein býur, enn tað er at koma til Keypmannahavnar við sínum tveimum milliónum íbúgvum.

 

Tó skal sigast, at tað tekur umleið trý korter at koma frá flogvøllinum til Liverpool Street, har tú síðani kann taka undirgrundartok til Kensington økið, har hotellini liggja.

 

Bæði frá Stansted og frá hinum flogvallunum í London, ber til at flúgva víðari úr í heim fyri bíligan penga. Tí er hugsandi, at London-leiðin hjá Atlantsflog fer at menna seg til eina næsta líka regluliga farleið, sum leiðin til Keypmannahavnar.

 

Sosialurin er umboðaður í London hesa vikuna, og fara vit í komandi bløðum at lýsa hendan stórbýð, ið nú liggur er komin so tætt at Føroyingum.