Leikurin hevur verið væl vitjaður, og hava áskoðarar latið sera væl at. Evnið er kontroversielt og sum ein nevi beint inn í búkin: Tá børn drepa børn. Nógv hugsa sum so: »Hatta er so óhugnaligt [...] til kjak. Spurningarnar, sum liggja beint fyri eru m.a.: »Hvussu hava okkara børn tað her í Føroyum?« – Tora vit at blanda okkum uppí, um vit síggja eitt umsorganarsvikið barn? – Kundi hetta [...] skipað fyri kjaki aftan á sýningina onkur kvøld. Har eitt fakfólk, eitt nú sosialráðgevar, sálarfrøðingar, barnavernd hava luttikið. Leikurin fær harvið eina lokala dimensjón. TVAZZ hevur eisini
dagar aftaná okkum við Matildu úr Norðragøtu. Hann kom tá aftur at búgva í Norðragøtu. Vit giftust 20.12 1941 inn til Biritu og Jákup, og har blivu vit verandi, hóast umhugsað varð at byggja av nýggjum [...] barnsbeini av. Hann hevði beinetari í arminum. Síðan bleiv hann so lamin av tí sama. Hann kundi tískil ikki arbeiða tungt arbeiði. Hann doyði 25.02.1949, 82 ára gamal. Í 1949, tá eg var komin 5 mðr. við Michael
inntøkur, kanska minni. Í dag eru gott og væl 6000 eftirlønt (pensjónistar), t. v. s. 1 fólk fyri u. l. 4 løntakarar. Um 30-40 ár verður talið av eftirløntum kanska 10.000 fólk, og mett verður [...] vónandi fáa teir væl fleiri lønarár enn tey mettu 8-16 árini. At skatta eftirlønargjøldini er ein ógvuliga vánalig og ógvuliga illa umhugsað loysn, bæði fyri løntakaran, landskassan og kommunurnar [...] minka. Talið av eldri veksur við ógvuligari ferð, fólkatalið er minkandi, talið av løntakarum minkar, inntøkur av hesum nýggja skattinum munnu ikki fara verða so stórar, sum mett er kanska
manglaði bara, at eitt felag fyri gudloysingar kom undan vatnskorpuni. Hugtakið “brúkiligir idiotar”, aloftast kannað Leninsa lýsing av sovjettiskum sympatisørum í marknaðargrundaða demokratinum [...] næmingar um nakað so “indoktrinerandi” sum næstrakærleika, synd og náði, svarar hetta til knappar 20 minuttir dagliga—væl minni tíð, forrestin, enn lítli Rógvi brúkar uppá at láta sum um, at hann massadrepur [...] fortelur teimum ikki at trúgva uppá hvat sum helst. Eg gekk hjá nonnunum. Vit lósu í bíbliuni, lærdu sálmar uttanat og samlaðu inn til óhvítar nýføðingar. Vit høvdu enntá eitt kapell. (Eg sigi kapell. Tað var
samband við at makrelur ávirkar tosk í Canada. Íslendingar gjørdu í 2010 eina 25 daga kanningarferð við havrannsóknarskipinum ”Árna Fridrikksson. Endamálið við kanningarferðini var, at meta um [...] við Útvarp Føroya má roknast við, at Havstovan hevur sera nógvar, góðar og altumboðandi kanningar. Roknast má við, at kanningarnar geva grundarlag fyri við nærum 100% at siga sannleikan. Tá talan [...] maganum. Helst má makrelurin til prøvarnar fiskast við dorg ella snellu, fyri síðan at frystast ella kannast beinanvegin. Makrelur er ein fiskur ið hevur eitt sodningarlag, ið sera skjótt upploysur føðina;
fólk kunnu gerast vinir, og tað var tað eisini hjá okkum. Sverri plagdi at svimja saman við Olafi, sum arbeiddi á fiskimannafelagnum í 35 ár. Teir blivu ógvuliga væl, og Sverri kom onkuntíð inn á gólvið [...] heim at breiða fiskin út á fiskastykkinum til turkingar. Kirkjugongd Í Argja bygdarsøgu hevur Havnar kirkja - til fyri árum síðani - verið gudshúsið hjá so at kalla allari bygdini. Tá tað ringdi á [...] stóð fyrst í 1943 henda yrking, sum tað kann vera hóskandi at endurgeva her á síðuni. Ein syrgiligur 20 ára føðingardagur Yrkjarin var Jesar Hansen. Hann var ein fiskimaður í Sandavági, sum serliga er kendur
berjist við hondum og fótum fyri at tvíhalda um nakrar hamrandi órættvísar fyrimunir, sum Løgtingið hevur lóggivið niður í egnar lummar. [...] teimum 3,20 krónunum, sum fáast fyri hvønn koyrdan kilometur, um koyrt verður í ørindum fyri arbeiðsgevaran. Tá Bill Justinussen koyrir av Glyvrum til Havnar, er hetta ferðing til og frá arbeiði [...] bili gera ørindi fyri arbeiðsgevaran, fáa ávíst endurgjald fyri hvønn koyrdan kilometur. Men Bill Justinussen fer ótrúliga lætt um sannleikan í hesum máli. Bill er roknskaparlærdur, og hann veit
hevur eina fortíð í rokkbólkinum Apollo, og Linu, sum hevur komponerað saman við X Factor sangvenjaranum Engelina og framleiðslutoyminum Providers, sum er liðið aftan fyri mong hitt hjá Medinu [...] Føroya valt at flyta Dag og Viku, til X Factor er av. Dagur og Vika verður tí tað kvøldið send klokkan 20.15.
beinanveg eru fleiri. Sandoyggin hevur verið fyri stórari afturgongd í fólkatalinum seinastu 20 árini, eini 20-25%. Oyggin stendur enn til at bjarga, men bert um skjótt verður borið at. Pengar hava við [...] verða gjørdur av landinum beinanvegin, og hann eigur at verða fíggjaður sum hinir báðir undirsjóvartunlarnir hava verið fíggjaðir, yvir landskassan og við nýtslugjaldi. Orsøkin til at Sandoyartunnilin [...] at brúkt 280 mió. kr at fingið fast samband til Vágoynna. Sandoyartunnilin kostar 700 mió. kr, og um 20 ár hevur henda upphædd nógv minni virði enn í dag, so tá fer ongin at ivast í, at avgerðin um at gera
um síðan var vanligt, at bátar slitu einar tveir mansaldrar – ella meir. Grindabátarnir í Vági, hvussu gamlir munnu teir vera? At vandamálið við tilfari ikki verður nevnt við einum orði í [...] tú 15-20 ára gamlar bátar, ið eru fúnaðir burtur, farnir upp í rot. Tann, ið hetta hevur roynt, má sjálvsagt siga ”Illanstíð, føroyskan bát vil eg ikki síggja aftur!” Fyri einum tveimum ættarliðum [...] sera mongu, ið flota bát at fáa sær eitt kók, dyrgja ella bara til stuttleika ein summardag. Mangur frítíðarflotari hevði fegin viljað valt sær ein vakran og kimiligan føroyskan bát, heldur