Føroyskt bátasmíð

Fyri stuttum varð lagt fram álit um at skapa føroyskum bát­a­smíði livilíkindi. Hetta er áhugaverdur lesnaður, mangt og hvat verður havt á lofti. Men eg sakni ein høvuðstátt, sum fyri mong man tykjast vera høvuðstreytin fyri, at før­oyska bátinum skal vera lív lagað.

Bárður Jákupsson

Tað veit hvørt menniskja, at fremsta for­­treyt­­in fyri, at hetta hand­verk skal kunna liva, er at bát­ur­in verð­ur brúkt­ur. Neyv­an verð­ur tað sum eitt amboð hjá teim­um, ið velja sær út­róð­ur sum liv­i­breyð, men hjá teim­um sera mongu, ið flota bát at fáa sær eitt kók, dyrgja ella bara til stutt­l­­eika ein summ­ar­dag. Mang­ur frí­tíð­ar­flot­ari hevði feg­in vilj­að valt sær ein vakr­an og kim­i­lig­an før­oysk­an bát, heldur enn ein lág­floygd­an glas­trevju­bát, um hetta bar til. Kanska er hann eitt lít­ið sind­ur dýr­ari, men so flýt­ur hann eisini tryggari, er minni livandi – og hann er ein fragd fyri eygað.
Hvussu ber tað so til, at eing­in longur heitir á bát­a­smiðin um at smíða sær nýggj­an bát? Jú, tað er eyð­sæð: Til­far­ið hev­ur í eitt langt ára­mál verið so at siga ó­nýt­i­ligt. Viðurin hevur ver­ið út av lagi ván­a­lig­ur. So seint sum í 1980­áru­num vórðu bátar enn smíðaðir víða hvar, men longu um alda­mótið minkaði smíðið burt­ur í einki. Tí bátarnir høvdu alt ov stutta livitíð. Víða hvar sært tú 15-20 ára gaml­ar bátar, ið eru fúnaðir burt­ur, farnir upp í rot.
Tann, ið hetta hevur roynt, má sjálvsagt siga ”Ill­an­s­tíð, føroyskan bát vil eg ikki síggja aftur!” Fyri einum tveim­um ætt­ar­lið­um síðan var van­ligt, at bát­­ar slitu ein­ar tveir mans­aldr­ar – ella meir. Grind­a­bát­ar­nir í Vági, hvussu gaml­ir munnu teir vera?
At vandamálið við til­fari ikki verður nevnt við ein­um orði í álitinum um báta­smíð, ið latið varð Ment­a­mál­a­ráð­num fyri stuttum, er mær ein gáta. Og helst mongum við mær.
Hvat er so at gera? Hvat átti at staðið í tilmælinum? Har átti at staðið, at finnast skal tann serfrøðingur, ið kann fara út í heim – til teir si­bir­isku skógirnar kanska? Am­a­zonas ella Alaska? Ikki veit eg, men tað átti at bor­ið til at funnið fram til tann besta viðin, ið finst, tað til­farið, ið hóskar serliga væl til føroyskt bátasmíð. Latum okk­um fáa til vega ein stóran førni­­ng av hesum góða viði, sum bátasmiðirnir so kunnu fáa burtur av. Hvør skal fíggja hetta? Eg loyvi mær at skjóta upp, at teir stóru timb­ur­handlarnir taka seg saman og fáa hetta í lag. Kanska áttu teir at kent eina ábyrgd?
Tá ið hetta er komið í lag, kunnu bátasmiðirnir lýsa: ”Ogn­ið tygum føroyskan bát – vit halda okkum kunna lova, at við rímiligari røkt er hon­um tryggjað rættiliga long livitíð”. Tá fer áhugin at vaksa fyri at ogna sær føroyskan bát. Einki at ivast í!